Sámal & Joan Jakku uppførdu seg píniligt á lítla palli í Klaksvík
– Teknikkararnir úr Klaksvík duga ikki nakað sum helst, rópti Joan Jakki út um allar geilar, men fyri okkum sum høvdu glett okkum til framførsluna, virkaði tað sum um teirbáðir trubadurarnir sjálvir vóru undir óhepnari ávirkan.
Blandingin var í hvussu so er óheppin og hóast onkrir glottar vóru í framførsluni, so livdi hon als ikki upp til tað sum ein annars hevur sæð á Summarfestivalinum.
Framførslan var seinka næstan ein tíma, men lagið á áhoyrarafjøldini bleiv eitt sindur betur tá onkur av gomlu vælkendu løgunum rungaðu.
Hóast teknisku trupuleikararnir óivað ávirkaðu so átti rutinan at gjørt at teir báðir fingu tað besta burtur úr, men eftir stendur uppførsilin hjá teimum báðum Sámal & Joan Jakki og tað er neyvan ov nógv sagt at teir neyvan verða aftur at síggja á Summarfestivalinum.
Tað er ikki fyri at krimpa tær, at ein kemur á festival, men tað vóru óiva mong sum kendu seg illa við undir framførsluni, so tó av og á nærkaðis tí sum vit vita teirbáðir eiga at megnað.




