Tað var ein fantastisk konsert sum Anfinn og Co megnaðu at manna seg upp til. Mannamúgvan á Vágsbø var rivin við.
Anfinn hevði sjálvandi sínar gomlu slagarar á skránni, men Húkurin hjá Anfinni fekk rættuliga mannamúgvuna at fara uppfrá.
Eisini fingu vit frumframførðsluna av nyggja sanginum Kong Gularót, sum skjótt kemur á fløgu. Vit fara seinni at leggja henda nýggja sangin hjá Anfinni út her á heimasíðuna, hann snýr seg ikki um fjøljustampar, men harafturímóti um skipasølurnar seinastu tíðina.




