Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur, Klaksvík 16. – 20. august: Spennandi Fiskivinnuráðstevna

(Norðlýsið – Tíðindi)

"Fiskivinnan við eitt vegamót" er heitið á fiskivinnuráðstevnu, sum verður á Føroya Sjómannadegi, tann 18. august.

Seinastu tíðina hevur nógv hevur nógv verið frammi í føroysku fjølmiðlunum um skipanina av fiskivinnuni, og í ólavsøkurøðu løgmans varð evnið eisini tikið fram. Í røðuni varð gjørt greitt, at landsstýrið í næstum fer undir politiska viðgerð av einari heilt nýggjari lóg um vinnuligan fiskiskap. Politiska viðgerðin skal taka støðu til grundleggjandi spurningar sum ognarrætt, veiðuloyvi, brúksskyldu, tilfeingisgjald og sølu av fiskarættindum.

Útróðrarfeløgini í Føroyum og Føroya Reiðarafelag, halda tørv vera á einum størri almennum orðaskifti, og tí skipa tey fyri hesi spennandi ráðstevnu, sum verður skipað sum partur av Føroya Sjómannadegi tann 18 august.

Føroya Banki, ið stuðlar Sjómannadegnum, stuðlar eisini ráðstevnuni. Tiltakið byrjar við, at Føroya Banki bjóðar kalt borð í KÍ-Cafeini kl. 12:00, og fyrsti fyrilesturin verður í Skálanum kl. 13:00, stundisliga.

Av tí at plássið er avmarkað, er neyðugt at boða frá luttøku. Vinarliga send teldupost til megf@megf.fo, ring á tlf. 754510 / 220834 ella send fax til 457079 innan 16. august á middegi op upplýs nøvnini á teimum, ið koma við. Kostnaður fyri luttøku, sum er kr. 300, skal vera fluttur á konto nr. 6460 173.866.8 innan somu freist.


Skrá:
" 12.00: Føroya Banki bjóðar kalt borð í KÍ-Caféini
Í SKÁLANUM:
" 13.00: Týdningurin av fiskiveiðuavtalum
við onnur lond (Jákup Sólstein)
" Føroyska fiskivinnan 19402006
við veiðulýsing 1971-2005 (Jógvan Mørkøre)
" Fiskidagaskipanin og støðan hjá feskfiskaflotanum (Auðunn Konráðsson)
Steðgur
" Íslendska fiskiveiðan samanborin við føroysku skipanina
(Magnus Þór Hafsteinsson)
" Hvønn týdning hevur fiskivinnan út frá einum samfelagsligum sjónarmiði (Magni Laksafoss)
Kaffi v.m.
" Lønsemið og fígging av fiskiskipum (Súni Schwartz Jacobsen)
" Framleiðsla – kapping & váði í fiskivinnuni (Reidar Nónfjall)
Steðgur
" Roknskapargreining av fiskiflotanum við atliti til tilfeingisgjald
(Bjarni Poulsen)
" Tilfeingisgjald sum teoretiskt hugtak innan tjóðarbúskap
(Magni Laksafoss)
" Uml. 17.30: Samandráttur
(Jógvan Mørkøre & Jákup Sólstein)