Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Havn bjóðar øllum bátum og skipum vælkomin á Føroya Sjómannadag: Einki havnargjald á Sjómannadegnum

(Norðlýsið – Tíðindi)

Vitjandi skip og bátar gjalda einki havnargjald á Føroya Sjómannadegi

Í samráð við Sjómannadagin hevur Klaksvíkar Havn avgjørt, at bátar og skip, ið vitja í Klaksvík í samband við Sjómannadagin, einki havnargjald skulu gjalda.

Av Klaksvíkar Havn frætta vit, at teir rokna við at nógv skip og nógvir bátar koma á vitja í Klaksvík í vikuskiftinum. Umstøðurnar eru sera góðar at taka ímóti teimum flótandi gestunum, siga teir av havnarskrivstovuni.

Klaksvíkar Havn bjóðar øllum at verða hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar á Føroya Sjómannadegi.

Harleyfacadeacryl