Tvær nýggjar bøkur frá Bókadeild Føroya Lærarafelags fáast nú til keyps í bókahandlunum.
Hetta eri EG & hatta er TÚ
Hetta er ein klaffabók, sum Símun av Skarði hevur týtt úr týskum.
Hon er ætlað børnum frá 2 ára aldri og er um likamslutir, hvat teir eita, og hvat teir eru til; um sansirnar, munnin t.d., sum bæði kann brúkast at eta við, men eisini at flenna, syngja og mussa við; um sinnalagið, um at vera sjúk; um hvat einum dámar og ikki dámar.
Bókin leggur upp til, at foreldur tosa við barnið um tað, sum bókin er um, børnini verða beinleiðis spurd ymsar spurningar, ið hava samband við kropp og sál.
Bókin er 16 bls., er úr hørðum pappi og hevur snyrilsrygg.
Hon kostar 90 kr.
Babette Cole – Mamma varp eitt egg
Ein skemtilig, men samstundis ein álvarsom søga um at geva greið boð.
Tað er langt síðani, at føroysk foreldur søgdu børnum, at tey vóru funnin í ánni ella komu við flytifuglum ella er tað?
Foreldrini í hesari bókini hava nógv ymisk boð um, hvussu børn verða til, eisini at mamman varp eitt egg, at tað sprongdist, og at tey komu út við fúkandi ferð.
Tí mugu tey gløggu børnini rættleiða foreldrini og greiða teimum frá, hvussu tey veruliga vóru til.
Á skemtiligan, men greiðan hátt siga børnini frá, hvussu eggið og sáið hittast, og hvussu alt hetta endar við, at eitt lítið liðugt barn smoyggir sær út úr mammuni.
Bókin er 30 bls. Høvundurin hevur myndprýtt sjálv, og Ingibjørg W. Kamban hevur týtt til føroyskt.
Mamma varp eitt egg kostar 120 kr.




