Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Føroya Sjómannadagur, Klaksvík 16. – 20. august: Ågot sterkast í togtogan

John D. Olsen

Nógv varð sett á, tá manningarnar góðu alt tað tær vóru mentar í togtogannarkappingini

Spenningurin var stórur, tá teir sterkastu menninir umborð á 6 skipum, umframt sterkir menn av sjómansskúlanum, góðu alt tað teir vóru mentir í togtogannarkappingini.

Manningarnar, ið luttóku vóru: Ågot, Polarstjørnan, Klakkur, Froya, Vestursøki/Safir, Stengabáturin og Sjómansskúlin.

Í fyrsta umfarið møtti Ågot Klakki. Eftir at menn høvdu sett á, vísti tað seg, at Klakkur hevði ein lítlan fyrimun, men tók manningin á Ågot innaftur tað, teir høvdu mist á byrja við. Síðani stóð á jøvnum millum hesar manningarnar. Endin var tó, at Ågot, við Sterka Jákup við endan, vann.

Harnæst skuldu Polarstjørnan og Froya dystast. Aftur her gekk long tíð áðrenn nøkur greið ábending vísti seg, um hvør var sterkast. Tá teir høvdu togast eina góða løtu, vísti tað seg, at manningin á Polarstjørnuni var sterkast.

Eitt av teimum heldur óvæntaðu úrslitinum kom, tá Sjómansskúlin møtti Vesturøka/Safir. Tey flestu væntaðu ikki, at lærarar og skúlanæmingarnir á Sjómansskúlanum høvdu nakran møguleika ímóti monnunum á Vestursøka og Safir. Leingi stóð tó ájavnt, men drógu landkrabbarnir longra tráðin og fóru avstað við sigrinum.

Teir næstu sum tóku fatt í togið, var Vesturleiki og ein blandað manning, sum gekk undir heitinum Stengabáturin. Úrslitið av hesum umfarinum var, at blandaða manningin fór avstað við sigrinum.

Sostatt møttu hesar manningarnar hvørjari aðrari í næsta umfarinum: Ågot og Polarstjørnan. Sjómansskúlin møtti Stengabátinum.

Ågot og Sjómansskúlin vóru í hesum seinna umfarinum eisini sterkast, og møttust teir í finaluni.

Lagið á teimum mongu sum lýddu á var sera gott, tá hesar báðar manningarnar brustu saman. Báðar manningarnar høvdu síni viðhaldsfólk og fingu róp. Sjálvt um Sjómansskúlin, beint ímóti tí, sum mong høvdu roknað við, vóru komnir í finaluna, so var Ågot ein ov stórur bitið hjá teimum.

Manningin á Ågot for sostatt avstað við sigrinum í ár. Í fjør vóru teir nummar tvey, tá teir máttu lúta fyri Pison í finaluni.