Vegna vaksandi virksemi, søkja vit dugnaligt sølufólk at byrja skjótast møguligt.
Vit bjóða eitt áhugavert starv í altjóða handli, har tú veruliga sleppir at royna teg í einum spennandi umhvørvi.
Sølufólk
Vegna vaksandi virksemi, søkja vit dugnaligt sølufólk at byrja skjótast møguligt.
Vit bjóða eitt áhugavert starv í altjóða handli, har tú veruliga sleppir at royna teg í einum spennandi umhvørvi.
Vit ynskja at tú ert:
· arbeiðsom/samur
· hevur góð samstarvsevni
· megnar at arbeiða sjálvstøðugt
· dugir væl enskt í skrift og talu
Løn og treytir sambært avtalu, og eru vit spent at frætta frá tær
Meir fæst at vita, við at venda sær til Jóhan Páll Joensen, tel. 216456.
Umsókn verður at senda til:
MARU Seafood P/F
Att.: Jóhan Páll Joensen
Postboks 318
700 Klaksvík
Umsóknarfreistin er 28. august 2006
_____________________________________________________
MARU Seafood P/F, við heimstaði í Klaksvík, er íløgu- fíggingar og sølufelag, sum, umframt at umsita dóttirfeløg, selur framleiðsluna hjá Kósini P/F, Norðís P/F og Eystís sp/f. Eisini selur felagið framleiðsluna hjá einstøkum øðrum føroyskum fiskaframleiðarum.
Í MARU Seafood P/F samtakinum eru umleið 275 starvsfólk á sjógvi og landi, og selur felagið fyri umleið 300 mió. kr. á altjóða marknaðinum.




