Løgtingsskrivstovan sigur at sandoyar tingmaðurin ikki kann fara í barnsburðarfarloyvi fyrr enn tingið kemur saman
Løgtingskrivstovan kennir einki til tíðindini um at sandoyar tingmaðurin komandi 14 dagarnar er í barnsburðarfarloyvi, sum tað annars hevur ljóða í fjølmiðlunum.
– Skipanin er soleiðis at ein tingmaður kann ikki fara í farloyvi tá tingið ikki er saman.
– Tingið kemur ikki saman aftur fyrr enn 19. september og í løtuni eru heldur ongar nevndarviðgerðir.- Um ein tingmaður skal í barnsburðarfarloyvi er ein treyt, at hann ikki longur far løn frá tinginum og so leingið sum tingmaðurin ikki hevur fingið farloyvi, far hann framhaldandi løn frá tinginum, var sagt av løgtingsskrivstovuni.




