Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

KÌ vann 3-2

John William Joensen

Tað kom einki mál afturat á Toftum og KÍ fekk sostatt øll stigini

Dysturin broyttist tá Marek fekk reyða kortið í seinra hálvleiki og við at bjarað annað brotssparkið bjargaði Meinhard KÌ stigini.

Men Kí hevði uppiborið stigini tí serilga í fyrra hálvleiki stýrdi KÍ dystinum totalt.
KÍ kundi fingið fleiri mál men í seinrahálvleiki vóru vit hepnir at halda leiðsluna.

—-

í seinastu minuttunum er Steffan Kalsø komin inn fyri Lundberg

—-


KÍ venjarin hevur sett Jan Andreasen inn ístaðin fyri Høgna Madsen. Hóast KÍ er leikliga við undirlutan so eru álopini hjá B68 ikki so vandamikil í løtuni, men enn kann alt henda.

—-


B68 reduserar til 2-3
Tað sær ikki gott út í løtuni á Toftum tí nú er B68 tykið leiðsluna í spælinum.

Meinhard Joensen hevur havt nakrar fepur bjargingar men eftir eitt hornaspark setti Julian Jónson bóltin í netið við høddinum.

Sum spælið sær út í løtuni verður hetta neyvan seinasta málið hjá toftamonnum.

—-

Stutt inn í seinra hálvleik brúkar Marek neyðbremsuna og far reyða kortið

—-

Heðin á Lakjuni breyt ígjøgnum í vinstru síðu, leggur bóltin inn fyri til ein fríðan Paul Clapson, sum smekkar bóltin í netið.
Støðan er nú 2-0 til KÍ.

—-

Eftir at Marek var so óheppin at skumpa undir ein toftamann, dømdi dómarin brotsspark – Meinhard Joensen bjargar.

—-

Heðin á Lakjuni breyt ígjøgnum í vinstru síðu, leggur bóltin inn fyri til ein fríðan Paul Clapson, sum smekkar bóltin í netið.
Støðan er nú 2-0 til KÍ.

—-

Bert fáar minuttir inn í fyrra hálvleik, hevur Christian Lundberg lagt KÍ á odda 1-0.
 
Tað hevur avgerandi týdning fyri KÍ at fáa øll trí stigini heim av Toftum, men tað verður uttan iva torført tí B68 tørvar stig í botnstríðinum.