Leirvíkingar eiga at fáa fleiri møguleikar fyri kommunusamanlegging at velja ímillum enn bert henda eina, sum nú verður tikin fram av kommunustýrunum uttan at kanna aðrar, sum kanska geva meira í longdini.
Eftir míni bestu sannføring er kommunueindin Leirvík-Gøta-Fuglafjørður tann mest nátúrliga, men út yvir tað stendur valið hjá leirvíkingum m.a. ímillum at gerast ein útjaðari í eini stórari Eysturoyar Kommunu, ella at leggja á annan bógv og velja samanlegging við Klaksvík, har Leirvík í mun til umheimin altíð verður í fremstu røð, og somuleiðis fer at fáa eina lyklastøðu, m.a. við tí lendi, sum bygdin hevur at bjóða.
Leirvíkingar standa framman fyri eini tí størstu kommunalu avgerðini nakrantíð, nú bygdarráðið í Leirvík hevur gjørt av, at ein fólkaatkvøða skal haldast í Leirvík um eina møguliga samanlegging við Gøtu Kommunu.
Hóast undirritaði ikki er borgari í Leirvíkar Kommunu, so kenni eg tað sum mína skyldu sum borgarstjóri í eini tí næstu grannakommunu Leirvíkar at taka til orðanna.
Hesar reglur verða skrivaðar við tí endamáli at lýsa henda stóra spurning frá nøkrum síðum, sum eg meti vera neyðugar og viðkomandi at taka fram.
Eg skal undirstrika, at hesi eru míni persónligu sjónarmið.
Ov lítið við bert einum møguleika.
Fyri tað fyrsta er spurningurin um kommunusamanlegging eitt ov týðandi mál, til at tað kann greiðast nøktandi við at lýsa og geva sær sjálvum bert tann eina møguleikan.
Sjálvandi eiga og skulu allir viðkomandi møguleikar fyri samanlegging kannast og lýsast, áðrenn ein so avgerandi støða verður tikin.
Sum kunnugt fær ein kommuna bert tann eina kjansin at taka seg sjálva av. Eg mæli tí leirvíkingum til at taka fleiri møguleikar upp til viðgerðar, áðrenn avgerðarrættur leirvíkinga verður seldur.
Sum borgarstjóri í Klaksvík er tað nátúrligt, at eg hugsi okkara veg í mun til Leirvík, men sjálvandi finnast uppaftur aðrar leiðir, sum eru verdar at kanna. Her hugsi eg serliga um Fuglafjørð, sum heldur einki hevur verið at hoyrt um í kjakinum um samanlegging av Leirvíkar og Gøtu kommunum.
Spennandi menning av Klaksvík í løtuni.
Í løtuni kann eg sum borgarstjóri fegnast um, at tað grør um gangandi fót her í kommununi.
Stór framtøk verða í løtuni fyrireikaði og framd í verki innan vinnu, handil, ítrótt og bústaðir o.s.fr.
Her verður arbeitt av øllum alvi at økja um og betra møguleikarnar fyri menning og vøkstri, og so leingi, sum eingin samanlegging við grannakommunur er á skránni, fer planleggingin av øllum hesum fram innan fyri verandi kommunumark. Tað sigur seg sjálvt og er tað einasta rætta.
Møguleikarnir her í Klaksvíkar Kommunu eru nógvir og spennandi, kommunan er tann næststørsta í landinum, og vit hava tí sum útgangsstøði ikki fyri neyðini okkara egna vegna at leggja saman við nakrari grannakommunu.
Hinvegin, havandi framtíðina í huga, so eru sjálvandi heilt givið nýggir og spennandi møguleikar í samanleggingum við áhugaverdar grannakommunur, og her vil eg avgjørt meta Leirvík sum ein av hesum møguleikum, sum er verdur at kanna saman við leirvíkingum.
Hava hug at halla at hvørjum øðrum!
Hóast nokkso ólíkar eindir í fólkatali so eru fleiri tráðir í Klaksvík og Leirvík, sum draga hesi plássini at hvørjum øðrum.
Eg havi sjálvur altíð havt ta greiðu fatan, og eg haldi, at hon er í tráð við veruleikan, at leirvíkingar og klaksvíkingar á mangan hátt hava lyndi til at halla at hvørjum øðrum heldur enn tað øvugta.
Hvønn samstarvar fólkið í Leirvík við?
Ein viðkomandi spurningur í sambandi við slík mál er, hvussu íbúgvararnir, tað vanliga fólkið, hugsar, og hvønn veg samstarvað verður innan eitt nú vinnulívið og ítróttar-, mentanar- og frítíðarlívið.
Í hvørjum samstarvi úteftir liggja teir bestu møguleikarnir fyri menning av hesum tættum?
Hvussu hevur verið higartil, og hvussu verður samstarvað í dag? Hvønn veg liggur hetta samstarv hjá leirvíkingum í dag?
Neyvan er nakað eintýðugt svar upp á slíkar spurningar, men kanska geva svarini onkra ábending?
Leirvík og Klaksvík blivnar næstu grannar.
Betraða sambandi millum Leirvík og Klaksvík er somikið feskt, at vit ikki enn hava havt stundir at skrásett, hvørjir møguleikar nú eru fyri samstørvum millum bæði pláss okkara.
Tó havi eg longu lagt til merkis onkrar ábendingar, sum ikki eru heilt uttan áhuga.
Vinnuliga hevur eitt ávíst samband verið millum Klaksvík og Leirvík í sambandi við skip og bátar, sum hava ferðast millum havnirnar báðar og somuleiðis hava verið mannaði úr báðum plássum. Hetta samband røkkur langt aftur í tíðina.
Nú koyrandi er ímillum plássini, og teinurin er stuttur, gevur ein møgulig samanlegging nýggjar møguleikar fyri at samskipa og gagnnýta báðar havnirnar betur.
Innan ítróttarlívið er hend ein sera stór og positiv broyting, síðani Norðoyatunnilin er komin, á tann hátt, at klaksvíkingar í lutfalsliga stórum tali velja at leika við besta liðnum hjá LÍF heldur enn t.d. at leika við næst besta liðnum hjá KÍ.
Her eru møguleikarnir sera nógvir og eyðsýndir. Vit kunnu t.d. nevna menningarmøguleikarnar, um samstarvað verður um ítróttarøki og annlegg, innan fótbólt, svimjing, kappróður, telving o.s.fr. o.s.fr.
Innan frítíðarlívið hevur ein eisini sæð, at hugurin hjá t.d. klaksvíkingum at gera brúk av t.d. bovlinghøllini í Leirvík hevur verið góður.
Innan frítíð og mentan kunnu nevnast samstarvsmøguleikar innan tónleikalív, -umstøður, -samstarv (kór, bólkar v.m.) og undirvísing (musikkskúla), fólkaskúla, kvøldskúla o.s.fr.
Her eru fleiri eyðsæddir møguleikar afturat, sum óiva fara at koma. Eitt nú venur ein partur av svimjarunum í Fuglafjarðar Svimjifelag í 25-metra hylinum í svimjihøllini í Klaksvík. Her er eitt samstarv við leirvíkingar heilt givið ein møguleiki.
Leirvík og Klaksvík eru meira javnbjóðis.
Tá ein skal til at velja ein felaga at fylgjast við í framtíðini, vil ein viðkomandi spurningur altíð vera, hvør partur hevur nakað at bjóða mær, og samstundis, hvør hevur brúk fyri tí, sum eg havi at bjóða.
Í hesum sambandi er tað helst soleiðis, at Klaksvík og Norðoyggjar í størri mun enn restin av Eysturoynni hevur brúk fyri tí, sum Leirvíkar bygd hevur at bjóða.
Sum dømi kann nevnast ta nógva óbygda lendi, sum er at finna í og uttan um Leirvík.
Ein kann rokna við, at ein samanløgd Klaksvíkar og Leirvíkar kommuna heilt nátúrliga hevði plaserað partar av sínum úbyggingum í Leirvík. Men fer ein stór og víð Eysturoyar Kommuna at gera tað sama?!
Eg loyvi mær at ivast í tí, og møguleikin fyri vøksturi og útbygginginum í Leirvík er tí sum útgangsstøði størri, um bygdin leggur saman við Klaksvík heldur enn restini av Eysturoynni.
Samstundis er tað ein veruleiki, at Klaksvík er so nógv tann størsti býurin í hesum partinum av landinum, sum tí heilt nátúrliga hevur meira at bjóða av býarlívi og frítíðartilboðum, enn nakar annar býur ella bygd í Eysturoynni hevur.
Við eini samanlegging av Leirvík og Klaksvík verður Leirvík, saman við Klaksvík, í fremstu røð at bjóða egnum borgarum og øðrum hesi tilboð.
Jú, vit hava nakað at bjóða hvørjum øðrum.
Bummgjaldið, ein forðing.
Stóra forðingin fyri samanlegging av Leirvík og Klaksvík er sjálvandi bummgjaldið í Norðoyatunlinum.
Vit eiga ikki at undirmeta hesa forðing, serstakliga við verandi prísum, men vónandi fara prísirnir at lækka so við og við, tí helst fara teir at verða galdandi í eitt áramál fram, áðrenn tunnilin er liðugt goldin, og gjaldið kann verða tikið av.
Men aftur her haldi eg, at ein skyldar sær sjálvum at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri at minka um hesa forðing.
Hvussu við Fuglafirði?
Eg meti tað sum positivt, tá grannakommunur, so sum Leirvík og Gøta hesum føri, tosa saman og arbeiða við samanlegging, tá henda er skilagóð og landafrøðiliga samanhangandi.
Ein samanlegging av Leirvík og Gøtu lýkur øll formlig krøv. Hon kann bæði verða skilagóð og mennandi, og hon er avgjørt eisini landafrøðiliga samanhangandi.
Tað, sum eg hinvegin undrist á og við hesum vil gera vart við, er, at kommunurnar, og kanska serliga Leirvík, í hesum føri ikki taka allar møguleikar til viðgerðar og kanningar, áðrenn tær lata spurningin út til fólkið at siga sína hugsan.
Í tí politiskt góðkenda kommunuálitinum verður lagt upp til, sum ein møguleiki, at Fuglafjørður, Gøta og Leirvík gerast ein kommuna.
Um so var, at Leirvík og Gøta eisini høvdu í hyggju at leggja saman við Fuglafirði, so hevði hendan samanleggingin av Leirvík og Gøtu verið eitt stig tann rætta vegin, tí í mínum hugaheimi er tann eindin ógvuliga nátúrlig og hóskandi.
Men havandi í huga, hvussu málið higartil er blivið fyrireikað og umrøtt politiskt, so er lítið, sum ber á tað borðið, tí sum skilst hevur kommunustýrið í Fuglafirði ikki frætt frá sínum grannakommununum um málið.
Øll Eysturoy ein ov stór kommuna.
Sambært tí, sum higartil er komið alment fram í sambandi við hesa ætlaðu kommunusamanlegging, so vilja kommunupolitikarar heldur arbeiða fram ímóti eini stórari kommunu, sum skal fevna um alla Eysturoy.
Hesum vil eg ávara ímóti, tí eg meti eina stóra samanlagda Eysturoyar Kommunu at vera ov stóra í vídd.
Í sambandi við uppgávu- og ábyrgdarbýtið millum land og kommunur eru tað tvey høvuðs viðurskifti, sum gera seg galdandi:
Ein kommuna krevur at hava eina nøktandi stødd fyri at kunna átaka sær fleiri uppgávur frá landinum, men samstundis er neyðugt at ansa eftir, at ein ikki ger sína kommunu so stóra, at hon missur tann líka so neyðuga nærleikan, sum eisini er ein fortreyt fyri eini væl virkandi kommunu.
Hetta við nærleikanum er júst ein av høvuðsmununum á kommununum og landinum, har landið er tann yvirskipaði myndugleikin, sum ikki hevur sama nærleika, vitan og samband við lokalsamfelagið, sum kommunan hevur.
Tað er mín sannføring, at ein møgulig kommuna, sum fevnir um alla Eysturoy, ikki hevur møguleikan at hava tann neyðuga nærleikan. Hon fer at líkjast meira landinum í so máta, og so kemur spurningurin aftur, hvat ein vinnur við at leggja uppgávur út, og hvat endamálið sum heild er við kommununum.
Klaksvík tann 26. august 2006
Steinbjørn O. Jacobsen
borgarstjóri




