sigur Trygvi Mortensen, sum ikki longur stendur á odda fyri Formuladeildini hjá runavíkingum
Trygvi Mortensen, sum í gjár fór frá sum venjari hjá NSÍ, eftir at hava fingið uppsøgn frá nevndini í felagnum, sigur at hann heldur at avgerðin hjá nevndini í felagnum er óheppin.
– Eg havi havt høvuðsábyrgdina av formuladeidlini, unglingum og næstbesta liðnum.
– Øll liðini liggja í fremstu røð og vit hava framvegis góðar møguleikar at náa fram til heiðursmerkini.
– Tá vit byrjaðu kappingarárið var málið at gerast føroyameistarar í 2007, men sum kappingin leið skrúvaði nevndin í felagnum bráddliga forvantningarnar longur upp.
– Fyri tveimum vikum síðan lógu vit á øðrum plássi og tá skinu tvær sólir í Runavík og alt var gott.
– Síðani taptu vit í Runavík móti HB, í Gundadali móti B36 og seinasta vikuskifti á Mølini fyri EB/Streymi.
– Orsøkin til hetta er óivað at vit hava havt skaddar leikarar, men frustratiónirnar í ovastu leiðsluni hava so ført til at eg fekk uppsagnarbræv, har teir gjørdu greitt at teir ikki vildu hava meg til venjara næsta kappingarár.
– Mátin hetta var gjørt uppá, uttan m.a. at kunna leikararnar, kundi eg ikki standa modell til, men valdi tí at trekkja meg frá dags dato.
– Tað er altíð lættast at kubba høvdið av venjaranum og tað valdið leiðslan so at gera.
Leiðslan spennir bogan ov hart
Trygvi Mortensen heldur at leiðslan í felagnum eisini eigur at taka ábyrgd av óhepnum leikarakeypum.
– Tá tað bráddliga fekk skund hjá leiðsluni at gerast meistarar í ár komu teir við leikarum sum als ikki vóru nóg góðir til Formuladeildina.
– M.a. keyptu teir ein dana sum als ikki kundi brúkast á fremsta liðnum, so innkeypini hjá leiðsluni hava ikki verið nøktandi.
– Harafturat hava vit mist Jónstein og Dánjal, men hinvegin hevur Julian verið ein styrkur fyri liðið.
Hetta er lívið
Trygvi Mortensen er ikki firtin inn á leiðsluna í NSÍ, men heldur at málið hjá leiðsluni at gerast meistarar í ár, als ikki var realistiskt.
– Hetta er ikki fótbóltur, men lívið!
– Eg eri ikki firtin inn á nakran men haldið tó at leiðlan í felagnum hevur skrúvað forvantningarnar ov langt upp. Tað er eisini løgið at staðfesta at alt kann enda uppá tvær vikur, serliga tá ein als ikki hevur havt nakrar samstarvstrupuleikar í hópinum.




