Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

www.klaksvik.fo: Hans Enoksen vitjar Klaksvík komandi summar

(Norðlýsið – Tíðindi)

Hans Enoksen hevur ynskið um vitja í Klaksvík komandi summar, í samband við tríggjar dagar langa ferð til Føroyar.

Í skilnaðarrøðu á samkomu sunnukvøldið í Sisimiut, segði Hans Enoksen landsstýrisformaður í Grønlandi, at hann ynskti at koma til Klaskvíkar á vitjan í sambandi við tríggjar dagar langa ferð til Føroya í juni 2007.
Til 250 ára hátíðarhaldið, sum hevur verið í Sisimiut hetta vikuskiftið 1. 3. sept. hava umboð fyri vinarbýirnar hjá Sisimiut verið á vitjan. Eisini umboð fyri landstingið og landsstýrið í Grønlandi vóru við, við Hans Enoksen á odda. Sum landsstýrisformaður kann Hans Enoksen samanberast við løgmann í Føroyum.

Hans Enoksen kemur úr grannabygdini Itilleq, sum hoyrir til Sisimiut kommunu. Hans Enoksen hevur verið bygdarráðslimur í Itilleq, har ymisk mál verða umsitin í bygdini vegna býráðið í Sisimiut. Hans Enoksen hevur eisini verið býráðslimur í Sisimiut, og eitt stutt skiftið borgarstjóri.

Hans Enoksen er gløggur og lítillátin. Hann kann vera skemtiligur í røðum sínum, sum hann sjálvdan helst ikki skrivar niður. Hann tosar ikki danskt, men hevur tulk at týða til danskt ella onnur mál, tá ið hann heldur røðu.

Á fráfaringarsamkomu, sum býráðið í Sisimiut skipaði fyri sunnukvøldið, var víst á týdningin av vinarbýarsambandinum og at ymiskar mentanir í norðurlondum læra hvønn annan betur at kenna. Mentanarligt samstarv í breiðari merking hevur týdning fyri at fólk læra hvønn annan betur at kenna og skilja. Eisini fyri at kunna fremja ynskir og málsetningar yvirum landamørk. Og í síðsta enda vera viðvirkandi til semjur og samljóð í millum fólkasløg. Hetta so mongum økjum at gagni, bæði innan mentan- og vinnilív. Mælt varð tí til at styrkja vinarbond enn meira umvegis eitt miðvíst vinarbýarsamarbeiði.

Hesum tók Hans Enoksen undir við, sum síðsti røðari. Og legði afturat, at eg ynski at vitja Klaksvík, tá ið eg komi til Føroya komandi summar. Hetta ynski eg eisini at gera sum ein gamal býráðslimur í Sisimiut Eg vil læra vinarbýin hjá Sisimiut, Klaksvík betur at kenna. Tað hevur verið áhugavert at verið saman við tykkum á hesi ferðini! Segði hann at enda og ynskti ferðalagnum úr Klaksvík: Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóra, frú Sunnuvu Jacobsen og Dáva Winther góða ferð heim aftur.

Kelda:www.klaksvik.fo