Leygardagin tann 16. september verður fiskikapping. Tað er stuðulsfelagið "Dragin", ið skipar fyri.
Næsta vikuskifti verður spakur streymur, og tá er ætlanin at hava árligu fiskikappinginafyri Norðoyggjar. Tað er skúlaskipið Dragin, sum í nógv ár hevur hevur skipað fyri hesum fiskikappingum, sum aftur í ár stendur aftan fyri hetta tiltak. Um kvøldið verður Fiskikappingardansur í Skálanum, har bólkurin Flemming og vinmenn spæla góðan, gamlan dansitónleik.
Peningurin, sum kemur inn, fer allur óskerdur til skúlaskipið Dragan, sum siglir við skúlanæmingum, sum hava sjómanslæru sum vallærigrein. Í ár eru tað uml. 30 næmingar, sum hvørja viku sigla við Draganum. Teir læra m.a. at stýra, at sigla við seglum og vanligan sjómansskap. Um veturin fáa teir bókliga og verkliga undirvísing umborð á Draganum.
Vit vóna, at Norðoyingar aftur í ár fara stuðla Draganum við fiskikappingini, og tá allir bátarnir eru komnir aftur at landi, fáa menn heita suppu og kaffi umborð á Draganum.
Frá kl. 18- 19 verður fiskauppboðssøla við nýggju bátabrúnna.




