Í lógini fyri ítróttardómstólin hjá ÍSF stendur at dómararnir sita í eitt tvey ára skeið, men skrivstovan hjá ÍSF váttar fyri Norðlýsinum at einki val hevur verið í ár og tískil útgekk heimildin hjá meirilutanum í ítróttardómstólinum í maj mánaða í ár.
Tað tykisti rættuligur ruðuleiki at valdað í ítróttardómstólinum, tí í lógini fyri dómstólin (les á www.ísf.fo) stendur at limirnir eru valdir í eitt tvey ára skeið.
Lógin gevur ikki heimild til at hetta tíðarskeiði verður longt, men hon ásetur at skeiði kann verða stytt um tað er neyðugt.
Samdbært skrivstovuni hjá ÍSF eru tríggir av dómarunum í nevndini valdir á stjórnarfundi, beint undan aðalfundinum hjá ÍSF í maj mánaða 2004.
Tann 17/5 2005 verða so tveir limir valdir, men tá stjórnin kemur saman til fund beint undan aðalfundinum í mai mánaða í ár er val av dómsnevnd als ikki á skránni.
Tískil verður meirilutin í dómsnevndini ikki fingið fornýggja heimildirnar og síðani aðalfundin hevur stjórnin í ÍSF ikki verið saman.
Tískil kann staðfestast at heimmildirnar hjá meirilutanum í ítróttardómstólinum, sum sambart lógini bert eru valdir í eitt tvey ára skeið, als ikki eru til staðar og tí hava teir tríggir dómararnir ongan rætt til at sita í dómstólinum.
Hóast hetta hava hesir tríggir dómararnir verið við í viðgerini og avgerðinum, sum dómstólurin hevur tykið í HB-málinum.
Tað Norðlýsið veit hava hesir somu tríggir limirnir eisini fingið fundarboð, tá dómstólurin skal viðgera kæruna frá VB/Sumba seinri í dag.




