Tey seinastu árini hjá Elvis, eru at líkna við eitt myrkt fall ígjøgnum rúsevnismisnýtslu, og veruleikafjara og ómátaligu lívsførslu í Graceland, dreymaheimi hansara.
Í november 1972 bjóðaði Elvis Lindu Diane Thompson at flyta heim til bústaðin hjá sær Graceland. Beinavegin byrjaði Linda at ummøbulera borgina. Enn sæst hennara arbeið í sjónvarpshølunum, har Elvis seinni tók upp From Elvis Presley Boulevard, Memphis Tennessee, av tí at hann var ov dovin at fara til upptøkuhølið í Nashville.
Í oktober 1973 var Linda Thompson tvær vikur saman við Elvis á Baptist Memorial sjúkhúsinum, har hann kom seg eftir lungnabruna. Á jólum hetta árið gav Elvis Lindu rættiliga kostnaðarmiklar prýðislutir. Tá teirra forhold var um at verða av, hevði Elvis givið henni prýðislutir fyri meir enn eina millión dollars. Tey fóru endaliga frá hvørjum øðrum í 1976, av tí at Elvis hevði álvarliga trupulleikar við rúsevnum. Linda segði tá við miðlarnar, at tað var eitt gott men óvanligt forhold tey høvdu.
Fyrst í 70unum helt Elvis áfram at halda konsertir, men tað gjørdist greitt at hansara likamliga støða alsamt varð verri og verri. Í staðin fyri at fara aftur í upptøkuhøli og upptaka nýggj løg, helt hann seg til rúgvismikla tilfarið hjá honum sum skjótt mettaði marknaðin. Tað, ið hevði verið upprunaligt og nýtt í 69, bleiv ein long rutina við spiltum møguleikum. Tey seinastu árini hjá Elvis, eru at líkna við eitt myrkt fall ígjøgnum rúsevnismisnýtslu, og veruleikafjara og ómátaligu lívsførslu í Graceland, dreymaheimi hansara.
Hjúnaskilnaðurin í 1973 fall saman við einum enn størri niðurgangi og einum alarmerandi tendensi at taka uppá. Hóast hetta helt hann áfram at framføra konsertir, har hann royndi at fjala hansara stóra kropp aftan fyri tey glitrandi klæðini við stórum litføgrum beltum. Nakrar ferðir fall hann um á pallinum og endaliga gav hansara uppslitna likam upp tann 16 august 1977. Tann almenna grundin til hansara deyða var hjartasteðgur.
Líkskóðanin gav ábendingar um hann hevði týðandi mongdir av codeine, methaqualone, ethinamate, og fleiri sløg av barbituratum í kroppinum. Eisini sóust leivdir av morfine, valium, demerol, meperidine, placidyl og chloropheniramine. Líkskoðanin vísti eisini, at seinasta máltíðin hjá Elvis var samansett av fýra skeiðum av ísi og seks sjokuláta køkum.
Vikurnar eftir, at hann var deyður, reyk sølan av hansara plátum upp í topp.
Dóttir Elvis hevur alment boða frá at hon ikki ætlar at Elvis skal liggja á almenna gravstaðnum uttan fyri Graceland.
Hon ætlar at flyta pápan til eitt ókent gravstað har hann endaliga kann fáa frið.
Graceland er mest vitjaða ferðamanna málið í USA aftaná Hvítu Húsini




