MRCC-støðin og Tórshavn Radio vóru í morgun ISO-góðkendar.
MRCC og Tórshavn Radio ISO-góðkend
MRCC-støðin og Tórshavn Radio vóru í morgun – sum fyrstu almennu eindirnar í landinum – ISO-góðkendar. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, fegnast um hetta stigið, sum er ein góður grundarsteinur at byggja víðari menningina á
MRCC og Tórshavn Radio eru fyrstu almennu eindirnar í Føroyum, sum eru ISO 9001 góðkendar, og tí er talan um ein søguliga dag fyri føroyska umsiting.
Andrass Joensen frá Det Norske Veritas handaði á samkomu í morgun Jóhan Jacob Jakobsen, leiðara á MRCC og Tórshavn Radio, ISO-góðkenningina. Sp/f Virkisráðgeving hevur staðið fyri arbeiðnum saman við starvsfólki og leiðlsu á MRCC og Tórshavn Radio.
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, var eisini til staðar, og hann segði m.a., at ISO-góðkenningini er ein góður grundarsteinur at byggja á. Landsstýrismaðurin væntar og vónar, at hetta stigið saman við røttum hugburði millum leiðslu og starvsfólk, fer at menna støðina nógv frameftir til frama fyri sjófólkið og trygdina á sjónum.
Í dag er at kalla alt virksemi á støðini skjalprógvað við lýsingum, mannagongdum og tilgongdum, sum stuðla upp undir javnt góða góðsku í tí dagliga, og tá neyð- og trygdarstøður taka seg upp. Hetta merkir tó ikki, at tað nú er komið á mál, heldur tvørturímóti.
Landsstýrismaðurin nýtti orðini hjá fyrrverandi bretska forsætisráðharranum, Winston Churchill, at lýsa týdningin, sum ISO-góðkenningin hevur fyri MRCC og Tórshavn Radio: Hetta er ikki endin, hetta er heldur ikki byrjanin til endan, men kanska er hetta endin á byrjanini., tók Churchill til í november 1942, tá seinni heimsbardagi leikaði sum harðast.
Bjørn Kalsø takkaði at enda vegna MRCC og Tórshavn Radio – reiðarínum Samskip fyri tær 100.000 krónurnar, sum Samskip læt sjóbjargingarstøðini eftir syndarligu Jøkulfells-vanlukkuna.
– Betri er bøtandi hond enn spillandi tunga, segði Bjørn Kalsø, sum sipaði til, at peningurin er brúktur til at fáa ISO 9001 góðkenningina.
Landsstýrismaðurin handaði síðani Joel undir Leitinum, stjóra fyri Samskip í Føroyum, eina mynd, sum ímyndar tætta samstarvið, ið hevur verið ímillum Ísland og Føroyar gjøgnum tíðirnar.