Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Politiið og tollvaldið samskifta ikki nóg væl

John William Joensen

– Tað eru heilt greiðar ábendingar um at tað eru trupulleikar við samskiftinum millum politiið og tollvaldið, segði Bill Justinusen, løgtingsmaður

– Føroyar eru nú einaferð plaseraðar soleiðis at tað skuldi ikki verið ógjørligt at havt eftirlit við innflutninginum.

– Tað lenda eini seks flogfør um dagin og umframt Norrønu koma farmaskip og fiskiskip hvønn dag til landið.

– Vit hava bert tveir Hash hundar og annar er nærum bundin at flogvøllinum, meðan hin hundur verður m.a. brúktur til Norrønu.

– Men umframt hesar farleiðirnar koma tað hvønndag faramskip og fiskiskip at bryggju og tað eru greiðar ábendingar um at tað her eru trupuleikar í samskiftinum millum politiið og tollvaldið.

– Skulu vit veruliga leggja vekt aftan fyri orðini um at fáa eina nullloysn ísamband við innfluttning av rúsandi evnum, so eiga vit at styrkja um tann partin sum eitur at møta upp á bryggjukantinum tá skip koma til landið.

– Tað er mín greiða fatan at tá skipa koma til landið er tað bara tollvaldið sum møtir upp meðan løgreglan heldur seg burtur.
– Hetta er at undrast yvir og tí er støðan tann at eftirlitið á flogvøllinum og tá Norrrøna leggur at bryggju er á hædd við eftirlitið í londunum rundan um okkum, meðan eftirlitið við farmaskipum og fiskiskipum sum hvønn dag leggja at bryggju ikki er á sama støði, segði Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin m.a…