Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan og Vísumenn í Leikalund

Oliver Joensen

Jógvan Hansen, sum var kendur sum sangari í poppbólkinum Aria og sum nú býr í Íslandi verður gestasangari hjá Vísumonnum.

Týskvøldið 3. okt kl. 20.00 fara Vísumenn at spæla í Leikalund í Klaksvík. Saman við teimum verður eisini serligur gestasangari.
Vísumenn spæla lættan fólkatónleik og vísur, og millum sangirnar eru bæði nakrir, sum eru sjálvskrivaðir ella týddir og sangir hjá øðrum.

Hans Hjalti Skaale, Karl Martin Samuelsen og Eyðun Nolsøe spæla í bólkinum Vísumenn, men týskvøldið hava teir ein serliga gestatónleikara við.

Tað er Jógvan Hansen, sum var sangari í poppbólkinum Aria, og eisini spældi við Vísumonnum eitt skifti. Jógvan býr nú í Íslandi, men hann er heima nakrar dagar, og í hesun sambandi verður hann við til framførsluna hjá Vísumonnum, á sera hugnaliga pallinum í Leikalund týskvøldið kl. 20.00 

Harleyfacadeacryl