Harleywoodpaint
Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkar Kommuna: Sið tína meining!

(Norðlýsið – Tíðindi)

Sið tína meining um býarplanin á borgarafundi í KÍ-høllini í kvøld, 5. oktober kl. 19:00

Í kvøld hevur tú møguleika at siga tína meining um býarplanin í Klaksvík.

    Hvussu skal Klakskvíkar Kommuna mennast í framtíðini?
    Hvørji økir skulu nýtast til bústaðaendamál?
    Hvar skulu almennir stovnar byggjast?
    Hvar skulu vinnu- og ídnaðarøkini vera?
    Hvussu stóran fólkavøkstur kunnu vit vænta okkum í Klaksvíkar  Kommunu?
    Hvussu vit skipa ferðsluna?

Í samband við at kommunan í løtuni endurskoðar býarplanin, hevur Byggi og Býarskipanarnevndin saman við Teknisku Umsiting tikið stig til borgarafundin, har uppskotið til endurskoðan av býarplan verður lagt fram.

Umframt kunningina er endamálið við fundinum at hoyra borgarans meining um málið.