Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norrøna fer at sigla á Klaksvík í vetur

John William Joensen

Sambært álítandi keldum er ein avtala gjørd millum Smyril Line og Klaksvíkar Kommunu um at Norrøna skal brúka Ánirnar sum alternativa havn um veturin.

Sum Norðlýsið skilir eru treytirnar frá tryggingini um siglingina upp á Tórshavn herdar munandi, og mett verður at Norrønan javnan fer at brúka góðshavnina í Ánunum í vetur.

Norðlýsið skilir eisini at í hesum sambandi hevur Klaksvíkar Kommuna bundi seg til at gera íløgur í rampu og hølisumstøður til tollavgreiðing av Norrønu.