Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

www.klaksvik.fo: Í dag verður uppstillingarfundur í Virkishúsinum

(Norðlýsið – Tíðindi)

Uppstillingarfundir til barna- og ungdómsráð verður í dag. Byrjað verður kl. 16:00

Í dag, mánadagin 16. oktober 2006 verður uppstillingarfundur til barna- og ungdomsráðið í Virkishúsinum, har tey, sum hava áhuga, kunnu lata seg stilla upp til eitt barnaráð ella eitt ungdómsráð, sum kemur at hava ávirkan á virksemið í Virkishúsinum og sum heild. Barnaráðið er fyri tey í 3. til 7. flokk, og ungdómsráðið er fyri tey í 8. flokki til og við 18 ára aldur. Ætlanin hevur frá byrjan verið, at Virkishúsið skal hava eitt barnaráð og eitt ungdomsráð. Nú er tíðin komin til at gera hetta til veruleika. Uppstillingarfundurin til barnaráðið byrjar kl. 16.00 og til ungdomsráðið kl. 20.00.

Tey, ið kunnu stillað upp til barnaráðið eru tey frá 3. flokki til og við 7. flokk. Vald verða 3 umboð. Hesi koma síðani at hava fund umleið eina ferð um mánaðin saman við einum starvsfólki í Virkishúsinum.

Tey, ið kunnu stillað upp til ungdomsráðið eru tey frá 8. flokki og til og við 18 ára aldur. Vald verða 3 umboð, ið koma at hava fund umleið eina ferð um mánaðin saman við einum starvsfólki í Virkishúsinum.

Vit vóna, at nógv fara at stillað upp bæði til barnaráðið og til ungdomsráðið, siga tey av Virkishúsinum.

Sjálvt valið verður týsdagin 31. oktober 2006.

Kelda: www.klaksvik.fo