Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Borgarin og býurin

John William Joensen

Hósdagin var borgarafundur í KÍ-høllini. Klaksvíkar Kommuna legði fram nýtt uppskot til ein býarplan.

Talan var um eina yvirskipaða ætlan, har bústaðar-, ídnaðar- og handilsøkið vóru staðsett.

Fitt av fólki var møtt til hendan borgarafundin, sum hevði til aðalmál, at kunna borgararnar og geva teimum høvi til at koma við viðmerkingum og uppskotum til nýggja býarplanin.

Kunning er í samtíð okkara eitt lyklaorð. Og tá talan er um alment virksemi, so er hetta harafturat ein partur av demokratiska háttalagnum, við tað at vitan og kunning til einhvørja tíð skulu liggja aftanfyri tær avgerðir, ið teir fólkaræðisligu persónarnir, sum sita í okkara býráðið, skulu taka avgerð eftir. Hinuvegin hava borgarar eisini krav uppá at fáa innlit í hvørjar yvirskipaðar og hvørjar ítøkiligar ætlanir kommunan hevur.

Tað merkir okkum í Klaksvík, at vit eru sera mynduleikatrúgv, og tí tað at bróta burtur úr nýggjum, at borgarin fær møguleika at koma við sínum tonkum. Við hesum eigur borgarin at kenna, at hann er ein partur av demokratisku prosessini. Harafturat er tað truplari at koma við grenji og atfinningarsomum viðmerkingum eftir at borgarin hevur havt møguleika at siga sína hugsan.

Sjálv framløgan av býarplaninum, ið far løgd fram av persónum frá danskari ráðgevandi fyritøku, kundi verið meira professionel. Powerpoint myndirnar vóru ikki av besta góðsku, og høvdu tey uppmøttu trupult við at síggja hvørji tey ymisku økini vóru. T.d. var ynskiligt, at myndirnar vístu meira nágreiniligar detailjur við greiðari tilskilaðum linjum.

Av tí at borgarafundurin snúði seg um yvirskipaðar ætlanir í býarplaninum í Klaksvík, so var væntandi, at tað fór at verða trupult at fáa viðkomandi yvirskipaðar viðmerkingar og hugskot til innihaldi í framløguni.

Hetta vísti seg eisini beinanvegin, við tað borgararnir, sum reistust og fingu orði høvdu sera trupult at spyrja hví t.d. ídnaðarøkið var flutt í mun til gamla býarplanin. Ilt var at fáa eygu á alternativ hugskot á fundinum og eingir spurningar vóru um t.d. hví sambært nýggja planinum ætlaða útbyggingin av ídnaðarøkið á Skarðhamri verður flutt tvørturum Borðoyarvík.

Fólk høvdu ítøkiligar spurningar, sum viðkoma akkurát teirra áhugamálum. Trupult var at halda orðaskiftinum inni á innihaldinum á framløguni, men hevur kommunan óivað fingið fleiri viðurskifti, sum teir fara at taka við í teirra framhaldandi arbeiði við býarplaninum.
Nakrar viðmerkingar vóru tó, sum bóru brá av at verða yvirskipaðir, so sum spurningurin um Gerðabø og spurningurin um Skúlan, ið skuldi byggjast undir Fossum.
Stigið til ein borgarafund má tó sigast at verða væl eydnað, sjálvt um tað eru ávís ting at fýlast á. Borgarin hevði møguleika at siga sína hugsan, eins og hann framvegis hevur umvegis heimasíðuna hjá kommununi og ígjøgnum vanligt brævaskifti.

J. D. O.