Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Náttaravnar eisini í Klaksvík?

John William Joensen

Um áhugi er millum foreldur, er virkisbólkurin “Børn í va1nda”, sinnaður
at skipa fyri eini náttaravnaskipan í Klaksvík.

Hans Arni Bertholdsen, býráðslimur, sum situr í virkisbólkinum, sum umboð fyri býráðið, sigur at síðani býráðið valdi at fara í samstarv við Bláa Kross um virkisbólkin “Børn í vanda, hevur verið skipað fyri ymiskum skeiðum á dagstovnum og aðrastaðni, har evnini hava verið happing, rúsevni og ymiskt annað.

Tað er ein sannroynd, at børn og ung í okkara samfelag eru seint úti um kvøldarnar. Serstakliga ljósu tíðina á árinum síggjast heilt ung í býnum um næturnar, og hetta hevur havt ymsar óhepnar fylgjur við sær, sum við hvørt eisini hava verið frammi í fjølmiðlunum.

Aðrastaðni hevur verið skipað fyri sonevndum “Náttaravnum”, sum uppá skift hava gingið úti um næturnar, júst fyri at vera ein byrgjan fyri, at børn og ung ikki koma sær í vanda um náttina.

Vit vita jú, at flestu støð, har tey ungu kunnu halda til um kvøldarnar, lata aftur um 11-12 tíðina á kvøldi, so restina av náttini reika nógv av teim ungu ymsastaðni kring um í býnum.

Tað er ein sannroynd, at tey, ið ganga úti um næturnar gerast alsamt yngri, og tá vit vita at vandi er fyri at tey kunnu koma í samband við rúsevni og tað í verri er hesar tíðir á døgninum, so hevur virkisbólkurin “Børn í vanda” hildið, at um so er at stuðul fæst frá foreldrum, so eigur ein bólkur við Náttaravnum at vera settur á stovn í Klaksvík.

Royndir hava verið gjørdar í Havn við eini slíkari skipan, og sum skilst, so hevur hon rigga væl.

Vit kundu hugsa okkum, sigur Hans Arni Bertholdsen, at foreldur, ið hava áhuga í hesum, vendu okkum til Martinu Hansen á sosialu deild í býráðnum, tlf. 410000 og søgdu frá, um tey høvdu áhuga í at taka eina vakt ella tvær.

Enn er ikki fastlagt, hvussu náttaravnaskipanin skal virka, men eg kundi hugsa mær, at neyðugt er at fáa undirtøku frá nógvum foreldrum, soleiðis at tey einstøku ikki fingu ov nógvar tímar um náttina, at ganga úti og heldur ikki ov ofta.

Um vit fáa nóg góða undirtøku millum foreldur til hetta tiltakið, so er ætlanin at kalla inn til fundar, har neyvari verður tilrættalagt, eisini hava náttaravnarnir í Havn játtað at verið við til ein tílíkan fund, sigur Hans Arni Bertholdsen, býráðslimur og limur í bólkinum “Børn í Vanda”, at enda.