Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Útróðrarbátar ligið vestanfyri

John D. Olsen

Línan verður førd vestur til Vágarnar við bilum, og fiskurin verður eisini landaður har vestri.

Ímeðan landnyrðingur hevur verið hesa vikuna, hava tríggir útróðrarbátar úr Klaksvík drivið á at róð út vestanfyri. Teir hava lagt veiðuna upp har vestri og ligið og hvílt seg millum túrarnar við bryggju. Við hesum sleppa teir frá langa túrinum aftur á Klaksvík millum túrarnar. Línan, sum verður egnd í Klaksvík, er førd vestur til teirra við smáum lastbilum.

Fiskiskapurin hevur verið hampiliga góður. Líðhamar, Bragd og Søkin, sum hava verið har vestri hava fingið millum 6000 og 7000 pund hesar dagarnar. Bátarnir hava sett um 60 stampar hvønn túrin.

Hósdagin tóku egningarmenn hjá Søkanum stampar uppí bilin, soleiðis at teir nú fara fjórða túrin hesa vikuna. Bragd verður væntandi á Klaksvík seinnapartin, ímeðan Líðhamar er komin aftur at liggja á Stongunum.