Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

TÍÐINDASKRIV: Deja Vu spæla umborð á Smyrli

(Norðlýsið – Tíðindi)

Fríggjakvøldið og sunnukvøldið spæla GBOB-vinnararnir Deja Vu umborð á Smyrli. Samstundis verður nýggj matskrá fyri Smyril løgd út á heimasíðuna.

Tónleikabólkurin Deja Vu, sum júst hevur vunnið The Global Battle Of The Bands, fer nú fríggjakvøldið at spæla lættan rokktónleik umborð á Smyrli á kvøldtúrinum úr Tórshavn og sunnukvøldið av Tvøroyri.

Hetta vikuskiftið verður eisini nýggj mátskrá fyri Smyril løgd út á heimasíðuna www.ssl.fo. Matskráin verður galdandi fyri 14 dagar í senn. Til ber eisini at seta rættir saman eftir egnum ynski um ein bíleggur í góðari tíð. Bílegging av mati, kømurum, hølum til fundir, samkomir, mentanarlig tiltøk, føðingardagar fer annars fram á booking@ssl.fo ella við at ringja til tænastuleiðaran, fartelefon 543046.

Hetta vikuskiftið kunnu ferðafólk við Smyrli sostatt hoyra lættan rokktónleik á høgum stigi afturvið einari góðari máltíð.