Hetta er niðurstøðan í sjónvarpssending í Danmarks Radio, eftir at kanningar vísa at einans 80% av dósunum koma aftur til framleiðaran
Tað vóru mong sum vóru ivasom tá myndugleikarnir í Danmark í 2002 góðu loyvi til at selja øl í dósum.
Nú vísir tað seg at hendan avgerðin ikki var serliga heppin tí flestu brúkarar dáma betur fløskur ístaðin fyri dósir.
Einans níggju prosent av øl og sodavatn sum var drukkið í fjør var úr dósum.
Men tað sum órógvar mest er at alt ov fáar dósir vera sendar retur til framleiðaran.
Í meðan næstan 100% av plastfløskum og glasfløksum kemur inn aftur so komu einans 80% av dósunum aftur til framleiðaran.
Umroknað til føroysk viðurskifti merkir hetta at umleið 4000 tons av dósum høvdu enda hjá IRF á hvørjum árið.




