– Drúgvu royndirnar sum borgarstjóri hava givið mær eina barlast sum hevur stóran týdning í arbeiðnum sum Norðoyatingmaður
Norðoyatingmaðurin Vilhelm Jóhannesen boðaði í vikuni frá at hann ikki stillaði upp til komandi løgtingsval og Annfinn Kallsberg segði við Norðlýsið at hann í løtuni umhugsaði støðuna.
Annfinn Kallsberg fekk heilar 821 atkvøður á seinasta løgtingsvalið og Vilhelm Jóhannesen fekk 220. Tvs. at um hesirbáðir atkvøðu slúkararnir ikki stilla upp eru 1021 atkvøður leysar í Norðoyggjum.
Jógvan við Keldu stillar upp aftur
Norðoyatingmaðurin Jógvan við Keldu fekk 200 atkvøður á seinasta løgtingsvalið og hann sigur við Norðlýsið at hann er tøku at stilla uppaftur.
– Hóast eg havi drúgvar royndir í býráðspolitikki so havi eg bert sitið á tingið síðan 1998 og tá eg fór úr landsstýrinum tók eg avgerð um at stilla uppaftur á komandi løgtingsvalið.
– Eg haldið at royndirnar hjá mær sum borgarstjóri hava givið mær eina barlast sum hevur stór týdning tá tú sum tingmaður skalt umboða Norðoyggjar.
– Eg eri væl fyri baði mentalt og fysiskt og við teimum royndum sum eg havi kenni eg meg sterkan til at kunna halda fram, sigur Jógvan við Keldu í stuttari viðmerking.




