Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Høgni Hoydal, løgtingsmaður: Fyrispurningar um útlendingamál og EFTA-limaskap

(Norðlýsið – Tíðindi)

Á tingfundinum mikudagin 25. oktober 2006 fer Høgni Hoydal at seta løgmanni hesir fyrispurningar um ávikavist útlendingamál og EFTA-limaskap, sum skulu svarast á sama fundi.

Munnligur fyrispurningur til Løgmann um rættartrygd hjá útlendingum í sambandi við úrskurð hjá Løgtingsins Umboðsmanni


1.    Hvat hevur løgmaður gjørt og hvat ætlar hann at gera við, at Løgtingsins Umboðsmaður sigur, at útlendingar sum hava bíðað meira enn tvey ár eftir svari uppá umsóknir eru í “einum løgfrøðiligum ongamannalandi, har hesin er meira ella minni “rættarleysur”?

2.    Ásannar løgmaður, at hann fór skeivur, tá hann á tingfundi 23. november í fjør svaraði m.a. soleiðis um rættartrygdina í útlendingamálum: ”Eg taki sum givið, at rættartrygdin er í lagi. Var illgruni um tað øvugta, varð málið tikið upp. Eg harmist um, at nøkur mál hava tikið so langa tíð at avgreiða.”?

3.    Eru bæði málini, sum Løgtingsins Umboðsmaður hevur gjørt úrskurð um, avgreidd frá landsstýrinum?

Viðmerkingar
Óteljandi eru dømini um útlendingar, sum kæra sína neyð um viðgerðina og vantandi svar uppá umsóknir teirra um arbeiðs- og uppihaldsloyvir í Føroyum.

Trupulleikin er støðugt reistur alment, og bæði munnligir og skrivligir fyrispurningar hava verið settir løgmanni á tingi um rættartrygdina og umsitingarligu mannagongdirnar síðani á vári 2004.
Í skrivligum fyrispurningi frá undirritaða, sum varð svaraður 23. november 2005, varð løgmaður spurdur um rættartrygdina í útlendingamálum og um hvørji stig hann vildi taka, sum ovasti fyrisrtingarleiðari. Tá svaraði hann m.a. soleiðis:
“Til spurningin havi eg at viðmerkja, at rættartrygdarspurningurin og avgreiðslutíðin sum útgangsstøði onki hava við hvørt annað at gera. Tað ber saktans til, at eitt mál hevur langa avgreiðslutíð við rættartrygd. Tað ber eisini til at hava stutta avgreiðslutíð við manglandi rættartrygd. Eg taki sum givið, at rættartrygdin er í lagi. Var illgruni um tað øvugta, varð málið tikið upp. Eg harmist um, at nøkur mál hava tikið so langa tíð at avgreiða.”
Síðani hevur Løgtingsins Umboðsmaður gjørt úrskurð í tveimum kærum. Í báðum førum fær Innlendismálaráðið átalu og Umboðsmaðurin sigur m.a. í síni niðurstøðu í øðrum málinum:
”Eg skal í hesum sambandi eisini minna á, at so leingi mál ikki verða avgreidd, livir borgarin í einum løgfrøðiligum ongamannalandi, har hesin er meira ella minni “rættarleysur”. “
og
”Eitt er, at eitt mál til fyrimuns fyri borgaran verður útsett, meðan arbeitt verður við einari “politiskari loysn”, men tá tað framvegis ikki er greitt 2 ár seinni, hvønn og hvat henda loysnin fevnir um, haldi eg ikki, at hetta kann nýtast sum undanførsla longur. Eg fari tí at geva Innlendismálaráðnum eina átalu fyri viðgerðina av hesari seinastu umsóknini, og fari samstundis at heita á ráðið um at avgreiða hetta málið, um hetta ikki longu er gjørt.”

Munnligur fyrispurningur til løgmann um EFTA-limaskap


1.    Hvør søkir um limaskap í EFTA – eru tað Føroyar ella danska ríkið?

2.    Kunnu Føroyar umvegis EFTA gerast partur av EBS-skipanini mótvegis ES – og um svarið er nei, hvør er so orsøkin?

Viðmerkingar
Tjóðveldisflokkurin ynskir limaskap í EFTA, tí hetta kann hava stórar fyrimunir við sær fyri Føroyar. Millum fremstu fyrimunirnar er, at Føroyar tá kunnu fáa eitt skipað samstarv við ES umvegis EBS-skipanina – og tá standa Ísland, Føroyar og Noreg í somu støðu mótvegis Evropa.

EBS-skipanin er gjørd millum ES og EFTA, og sambært henni kunnu lond gerast partur av teimum sonevndu fýra frælsunum í ES, uttan at gerast limur í Evropeiska Samveldinum.

Løgmaður tykist leggja stóra orku í EFTA-málið – og tað er gott. Men ilt er at fáa greiði á, hvør landsstýrisins ætlan er í royndunum at fáa limaskap í EFTA.

Sambært uttanríkispolitisku heimildarlógini, kunnu Føroyar ikki hava sjálvstøðugan limaskap í altjóða felagsskapum. Hinvegin kann Danmark gerast limur vegna Føroyar.

Men um Danmark gerst limur í EFTA vegna Føroyar, tá kann Danmark ikki gerast partur av EBS-skipanini, tí Danmark longu er limur í ES. Og Danmark kann neyvan gera ein altjóða sáttmála við seg sjálvt.

Hetta tykist vera orsøkin til, at EFTA-málið er vorðið so fløkt og ringt hjá fólki at skilja – og hetta tykist somuleiðis vera orsøkin til, at landsstýrisð tosar um eina “tvístreingjaða strategi” í politikkinum mótvegis Evropa.

Tí kann løgmaður vónandi greiða málið fyri tinginum, so vit vita, hvat tosað verður um.


Á løgtingi 23. oktober 2006


Høgni Hoydal, løgtingsmaður

Harleyfacadeacryl