Landsstýrismaðurin í Fiskivinnumálum fegnast um at arbeiði við at yvirtaka tilbúgvingina nú er komið upp undir land.
– Í samgonguskjalinum verður sagt at tilbúgvingin skal yvirtakast í hesum samgongu skeiðinum og tí havi eg, sum landsstýrismaður í Fiskivinnumálinum, frá fyrsta degi arbeitt miðvíst fyri at fremja hesa yvirtøkuna.
– Eg meti tað hava stóran týdning at tilbúgvingin verður yvirtikin, tí við hesum verður hetta økið prioritera munandi hægri enn tað higartil hevur verið.
– Seinast í hesum mánaðinum fara vit at leggja fyri tingið eitt ískoyti til brunalóggávuna, sum gevur landsstýrismanninum heimildir at umsita økið.
Eitt amboð
Við at yvirtaka tilbúgvingina metir landsstýrismaðurin seg hava fingið eitt amboð soleiðis at øll økir í landinum fáa eina skipaða tilbúgving.
– Økið sum vit yvirtaka er umfatandi og broytist alla tíðina. Við nýggju lógini fáa vit eitt amboð har vit kunnu fara inn og skilja landið sundur í økir.
– Tað er ætlanin at hvør einstøk kommuna skal hava sína egnu tilbúgvingarætlan, men ikki er neyðugt at tær hvør sær eiga útgerð men heldur verður lagt upp til at kommunurnar samstarva soleiðis at talan verður um størri økir við felags tilbúgving.
– Vit hava í summar sett ein stjóra á tilbúgvingar stovninum her í Fiskimálaráðnum og hann skal so umsita brunaumsjón landsins, sjóbjargingarstøðina, Tórshavns Radio og tilbúgvingar samskipanina.
– Stovnurin verður undir landstýrismanninum í fiskivinnumálum og við nýggja bygnaðinum fáa vit samstundis staðfest økis ábyrgd har vit í løtuni hava eitt slag av eftirlitsmyndugleika.
Tað er ein bólkur av donskum og føroyskum embætismonnum, sum hevur arbeitt við yvirtøkuni og sambært landsstýrismanninum verður økið skipað eftir tilmælið frá hesum bólkinum. Við nýggju lógini verður økisábyrgd plasera hjá stovnum, aðalráðum, kommunum ella landsstýrismonnum. Tað vil siga at tá óhapp ella feilir henda so verður gjørligt at plasera ábyrgd.
Tilbúgvingin verður eftir ætlan endaliga yvirtikin 1. januar 2007.




