Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnu vit arbeiða uttan barnaansing?

John William Joensen

Tað ljóðar at Føroya Pedagogfelag av álvara umhugsar at lýsa til verkfall í morgun

Tað er sera trupult at fáa nakra sum helst viðmerking frá Føroya Pedagogfelag. Vit hava roynt baði við telefon og telduposti men til fánýtis.

Tó ljóðar at nevndin í Føroya Pedagogfelag umhugsar at lýsa verkfall og um so verður er eingin ivi at talan verður um rættuligt kaos.

Tað er eingin loyna at føroyska samfelagið er alt meira knýtt at dagstovnunum sum ansa børnum meðan foreldur, ommur og abbar eru til arbeiðis.

Tí kemur eitt verkfall uttan iva rættuliga skjótt at ávirkað onnur arbeiðspláss.

Tá felagið seinast lýsti til arbeiðssteðg í eind dag kendist tað ikki so svárt tí talan var um fríggjadag og kundu fleiri tí fara eitt sindur fyrr heim ella halda frí hendan dagin.

Men um talan verður um eitt rættuligt verkfall og dagstovnarnir steingja so verður rættuligt kaos og eingin ivi man vera um at eitt tílíkt verkfall eisini hevði ávirka onnur arbeiðspláss.