Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Allahalgannarøða 2006: Bjørn Kalsø helt røðuna á Sjómansheiminum í Havn

Oliver Joensen

Niðanfyri leggja vit røðuna, sum Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum helt á Sjómansheiminum í Havn 1. nov.


 

Mæta skald okkara Christian Matras ber fram í rámandi yrking síni ”Viðoy” eina mynd av oynni sum eitt skip:
 
Sigl, oyggj, fram úr mjørka, nú ert tú eitt skip
og tindarnir siglutrø,
tú stevnir í veldiga heimin út
við høgum og fjallarøð.
Nú brýtur frá stevni við Enniberg,
og við Nánestanga er hvítt.
Enn liggur tú fremst í skipaheri,
har streymurin rennur strítt.
 
Hendan oyggin liggur fremst í skipaheri; og skipaherurin er land okkara. Hetta landið við stórum og smáum skipum, hvört við sína lið, stevnir út í tann veldiga heim, út úr mjørkanum, út úr nærleikanum og út á tað veldiga havið.
 
Og væl eru orðini vald, og myndin rámandi. Landið er í sínum grundvølli ein skipaherur. Ja, ein herur og ikki ein skipafloti, tí júst ein herur verjir fólk sítt, verjir hin dýra farmin umborð, sum yrkjarin tekur til í síðsta ørindi:
Og fuglaringar um stavn og bógv
teir lívga upp urð og skor.
Og fólk og fæ og spógvamál
er hin dýri farmur um borð.
Av sonnum er farmurin umborð dýrur. Fólk okkara er eitt harðbalið fólk, sum útvegaði sær eitt harðvunnið fæ. Hesin skipaherur við dýrum farmi umborð bygdi land í øldir, og enn í dag byggja vit land við sama góða fólki og sama dýra fæi, tí hjá fiskiveiðisamfelagnum er hjallurin á sjónum.
 
Hóast sjóferðslan innanoyggja minkar, nú bátar verða avloystir av vegum, tunlum og undirsjóartunlum, so verða okkara fiskiskip og sjóferðslan til útheimin tó verandi, tí Føroyar eru og verða verandi ein skipaherur, har streymurin rennur strítt.
 
Sjómaðurin sum umboð fyri Føroya fólk hevur stóra virðing millum manna. Hann hevur serliga støðu í fólki okkara, tí eingin annar bólkur í samfelagnum hevur í øldir vunnið landinum slíkt fæ og lagt so nógv fyri sum sjómaðurin. Viðurkenning fólksins vísir seg í øllum løgum samfelagsins, bæði í lívi og í deyða, í dag, allahalgannadag, og gjøgnum alt árið.
 
Í lívi vísir viðurkenningin seg víða hvar og á ymsan hátt. Sjómanskirkjan, sum virkar um allan heim, hevur í mong ár verið okkara forlongdi armur, ið røkkur hagar, vit sjálvi ikki røkka; sjómansheim bæði heima og uttanlands hava tikið væl ímóti mongum sjómanni; og til stóru høgtíð okkara, jólini, senda sjómanskvinnuringarnir um landið trúliga jólapakkar til sjómenninar. Við tøknini hava miðlar latið upp fyri nýggjum møguleikum at røkka sjómannin. Í útvarpinum hevur sjómaðurin havt sína serligu sending, ”kvøðuljómar til sjófólkið”, sum í mong ár hevur borið sjómanninum heilsu, og eitt tað nýggjasta í telduøldini er sjópostur, sum er ein teldupost-tænasta til sjómenn.
 
Jú, víða røkka armar út í heim, og fjálgar eru tær hendur, ið tøtast til jóla, alt fyri at veita sjómanninum í longsli sínum eina heilsan heiman. Allar hesar hendur, ið standa aftan fyri sjómannin, eru tann dýri farmurin umborð, ið ikki kann virðismetast nóg høgt.
 
Og í deyða minnast vit sjómannin á hesum almenna degi, allahalgannadegi, við flagginum á hálvari stong og minningarrøðum runt alt landið við kranslegging, eins og kirkjur hava minningar-gudstænastu í kvøld.
 
Tað eru tvey almenn støð, hagar vit kunnu leita at minnast tey farnu og vísa teimum heiður – minnisvarðar og kirkjugarðar.
 
Sum tigandi vitni standa minnisvarðar og kirkjugarðar í bygd og í bý, á nesi og á tanga. Í minnisvarðan og gravsteinin høgga vit nøvn okkara kæru. Tað, sum longu er høgt í minni okkara, avmyndast í grótinum. Tað stendur eftir tann farna, og tað fer at standa eftir okkum við.
 
Tilfar landsins í botn og grund er tann óvikandi kletturin. Drangurin og kletturin eru tað grótið, ið stendur eftir, tá alt annað rapar, tað er tá, at dygdin vísir seg. Gravsteinurin á landi og drangurin í sjónum standa sum minnisvarðar um dýran farm í skipaheri landsins. 
 
Hesa mynd um klettin nýtir próst Dahl í týðing síni: ”Klettur, klovin fyri mær, lat meg fáa lívd hjá tær.” Gudstrúgvin í fólki okkara er dýrur farmur at hava umborð, hon er tann ævigi kletturin, har sjómaðurin fekk lívd, sjómanskonan vón og børn og næstringar ugga. Tað er á hesa klettagrund vit byggja land.
 
Tað tykist vera so, at nærum á hvørjum ári fer burtur av okkara dýra farmi. Í farna ári eru tríggir landsmenn farnir á sjónum. Vit hava samkenslu við tykkum, sum stóðu teimum næst, og kenna sviðan meinast. Latum okkum reisast og í tøgn veita teimum tann seinasta heiðurin:


Druknaði 12. november 2005 við Norðborg í Klaksvík.
 

Druknaði 13. september 2006 við bryggjuna í Havn.
 
Druknaði 14. september 2006 við "Hvalnes" í Nólsoyarfirði á ferð til Havnar.