sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelag, Jarvin F. Hansen sum hvørki vil vátta ella avsannað um talan verður um verkfall
– Eg havi onga viðmerking enn, men kann bara siga at eitt tíðindaskriv kemur seinri í dag.
Formaðurin vildi heldur ikki gera viðmerkingar til um felagið hevði fíggjarliga orku til at fara í eitt verkfall.
– Tað hevur verið ein long samráðingar tilgongd og tað er ikki uttan orsøk. Nú mugu vit so taka støðu til hvussu víðari skal farast fram og sum sagt so koma vit við einum tíðindaskrivi seinri í dag.




