Í samband við at Pjerrot og Sigurd’s Bjørnetime vitja í Føroyum, verða teir eisini í Klaksvík 9. november.
Sigurd Barret, ið vit kenna frá “Hit med sangen” og Sigurd’s Bjørnetime, kann í komandi viku upplivast saman við Bakkens Pjerrot í Vági, Havn og Klaksvík.
Bakkens Pjerrot vitjaði í Føroyum fyri fýra árum síðani, og var hann so glaður fyri túrin, at hann ynskti at koma aftur henda vegin, og nú hevur hann so Sigurd Barret við sær.
Umframt at teir báðir koma at skemta, gykla, framføra og syngja, so er Jane Wigh, ið er ein hin kendasta innan andlitsmáling í Danmark og møguliga eisini Europa, somuleiðis við á ferðini. Hon fer við andlitsmáling, balónum og øðrum spennandi eisini at seta sín dám á sýningarnar, ið verða kring landið í komandi viku.
Tiltøkini venda sær til bæði børn og vaksin, og við á rundferðini er sjálvandi eisini ein føroyskur klovnur, sum fer at hjálpa bæði Sigurd og Pjerrot at stuttleika børnum og vaksnum.
Tað eru Suðuroyar Sparikassi og Atlantsflog, ið hava lagt lunnar undir at fáa Pjerrot & Sigurd til Føroya, og kunnu stuttligu gestirnir upplivast í Vági týsdagin 7. november, í Havn mikudagin 8. november og í Klaksvík hósdagin 9. november.
Vilt tú vita meira um hesi tiltøk, kanst tú vitja eina av deildunum hjá Suðuroyar Sparikassa ella klikka teg inn á heimasíðuna www.gykl.com, har eisini sæst, hvussu ein kann sleppa til hesi spennandi tiltøk.
Í Klaksvík verður høvi at síggja Pjerrot og Sigurd’s Bjørnetime í KÍ-høllini tann 9. november.
Kl. 10.30 – Børn undir skúlaalrdi + dagrøkt
Kl. 14.00 – Børn í skúlaaldri + vaksin
Trøllapætur og Trøllaomman luttaka eisini
Tiltakið er ókeypis – Stuðlað av Klaksvíkar kommunu og Norðoya Sparikassa.




