Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Harutíðin byrjað

Oliver Joensen

Vit hava frætt um fyrstu harudagarnar í tveimum hagapørtum, nevniliga Uppsalahaga og Skáltahaga.

Teir á Uppsølum siga, at veðrið var sera vánaligt allan leygardagin tá teir vóru fyrsta túrin eftir harum. Teir vóru 6 mans og fingu 22 harur. Hann stóð vestaneftir og ikki var hugsingur um at fara oman í Líðina, so teir gingu bert eystarumegin.
Teir á Skálatoftum siga tað sama, oysandi regn allan dagin og onki ælaslit og hartil nógvur vindur. Teir vóru eisini leygardagin, 8 mans fingu 17 harur.
Áhugavert hevði verið, um aðrir hagapartar lótu frætta frá sær her í kjakinum.