Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Jógvan við Keldu framvegis umrøddur í norðurlendskum fjølmiðlum

John William Joensen

Røðan sum Jógvan við Keldu helt á Norðurlandaráðsfundi fyri einari góðari viku síðani, fær framvegis umrøðu í norðurlendskum fjølmiðlum.

Umframt, at Jógvan hevur verið við í eini morgunsending í føroyska Útvarpinum, var hann á forsíðuni í størsta svenska blaðnum Aftonbladet, og mánamorgunin í hesi vikuni var hann í svensku útvarpsrásini P3.

Jógvan hevur eisini verið í einari norskari útvarpskanal og m.a. staðið í norska blaðnmum Dagbladet.

Í Aftonbladet var ein kanning gjørd, um uppskotið, har ikki færri enn 40.000 fólk atkvøddu inni á netinum. 75% vóru samd við Jógvan meðan 25% atkvøddu ímóti.

Vit hava tí spurt Jógvan, hvat hann nú fer at gera meiri við hetta uppskotið.

Hann sigur, at hetta var burtur úr eini røðu hjá sær, men hevur eisini nevnt hetta fyri limunum á fundi í Mentanarnevndini hjá Norðurlandaráðnum, har hann situr. Málið fekk ikki ta drúgvu umrøðuna sigur hann, men nakað.

Hinvegin, áðrenn hann ger hetta til eitt uppskot fer hann sjálvandi at lodda stemningin, fyri at vita um áhugan.

Felagsnevnarin fyri øll sum hava reagera er, at øll eru samd um, at enska málið fer at vinna meiri inn í norðurlandondum, og um ikki nakað veruligt verður gjørt við gjøgnumslagsmegi, so kann tað enda við, at man um 10-15 ár tosar enskt á Norðurlandaráðsfundum, tí vit skulu eisini minnast til, at eystanlondini, Baltalondini og Norðurvesturrussland koma alt tættari.

Vit skulu eisini minnast til, at norðurlendska málið mótvegis enska málinum, hevur verið diskuterað í Norðurlandaráðnum seinastu 15 árini, alt meðan enska mál betur hevur fingið fótin fyri seg í norðanlondum.

Jógvan sigur eisini, at hann hevur fingið nógv interessant mail frá bæði norðanlondum og uttanfyri norðanlond. So spennandi er, hvat hetta blívur til, sigur hann við Norðlýsið at enda. 

Harleywoodpaint