Norðborg og Christian í Grotinum hava landað fyri 35 mio. kr. í makrelinum nú veiðitíðin er av.
Tað hevur gingið væl við makrelveiðuni hjá Christiani í Grótinum og Norðborg í heyst.
Makrel Sesongin hevur eydnast væl hjá Christiani og Norðborg. Teir hava fiskað makrel til matna í norskum økið í Norðsjónum.
Í tær tríggjar vikurnar, sum skipini fiskaðu, seldu teir fyri tilsamans umleið 35 mio. kr. Fiskaprísurin hevur verið til vildar og hartil hevur fiskiskapurin eisini verið góður.
Allur makrelurin var lagdur upp í Norra.




