Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv, Almanna- og Heilsumálaráðið: Um persónligan stuðul til fólk við breki

(Norðlýsið – Tíðindi)

Løgtingið samtykti í dag einmælt eina lógarbroyting, ið hevur við sær, at fólk við breki ikki missa stuðulin, hóast tey fylla 67 ár.

Løgtingið samtykti í dag einmælt eina lógarbroyting, ið hevur við sær, at fólk við breki, sum fáa persónligan stuðul til at liva eitt sjálvstøðugt lív, nú ikki missa hendan stuðulin, hóast tey fylla 67 ár og verða fólkapensjónistar.

Persónligi stuðulin er at meta sum eitt hjálpartól, og fólk, sum í dag fáa stuðul frá Stuðulstænastuni, fáa nú framhaldandi stuðul, um tey fáa gagn av stuðlinum og við hesi hjálp eru før fyri at liva eitt virkið lív.

Lógarbroytingin kann í ávísum førum geva fólki møguleika at liva longri í egnum heimi, og hervið kunnu fólk í størri mun sjálvi velja, nær tey flyta á stovn.

Lógarbroytingin fevnir eisini um tey, ið hava mist stuðulin vegna aldur, tó er hetta ikki galdandi longur aftur enn 1. januar 2003.

Skipanin er hervið broytt, soleiðis at fólk í dag ikki nýtast at stúra fyri, at stuðulin ein dag fer at detta burtur orskað av einum aldursmarki, men at stuðulin í staðin dettur burtur, tá ið brúkarin ikki longur er førur fyri at liva eitt virkið lív.