sigur Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, í viðmerking til lesarakanning her á heimasíðuni
Norðlýsið heitti á Eirik Lindenskov, blaðstjóra á Sosialinum, um at koma við eini viðmerking til at umleið 60 % av teimum, sum hava luttikið í lesarakanning á heimasíðuni www.nordlysid.fo halda at trúvirðið hjá føroysku fjølmiðlunum er vánaligt ella út av lagið.
Eirkur Lindenskov:
– Tað sær ikki serliga gott út, at bert 4% halda, at føroysku fjølmiðlarnir hava høgt trúvirði. Men her skal sjálvandi havast í huga, at talan er um eina quick-poll kanning, og tær liva jú ikki upp til hagtalsfrøðiligu krøvini – men tað kunnu vit lata liggja, um enn vit skulu hava tað í huga.
– Júst trúvirðið er tað týdnignarmesta amboðið hjá fjølmiðlunum og hjá okkum, sum starvst í fjølmiðlum, sum virka á handilsligum grundarlag. Tí er trúvirði nakað, sum vit á Sosialinum leggja sera stóran dent á.
– Eg merki mær eisini, at góð 35% halda, at trúvirði er á góðari leið, men at helmingurin heldur, at tað er vánaligt ella beinleiðis út av lagi. Nú mugu vit eisini hava í huga, at her verður generaliserað – allir fjølmiðlarnir verða viðgjørdir undir einum – spektrið verður so breitt: Vit hava nakrar almennar fjølmiðlar, hvørs fíggjarliga grundarlag er tryggjað við løgtingslógum, vit hava fjølmiðlar, ið BARA virka á handilsligum grundarlag og so hava vit fjølmiðlar, ið beinleiðis skriva fyri haldilslívið (lýsarar), sum gjalda fyri tað. Tað sigur seg sjálvt, at trúvirði ikki kann verða tað sama hjá øllum.
– Tá eg skal meta um trúvirði, so kann eg best tosa út frá okkum sjálvum á Sosialinum. Vit hava arbeiða miðvíst við at halda eitt so høgt trúvirði, sum til ber. Hetta er jú grundarlagið undir allari fyritøkuni, tí fýkur trúvirðið, so er øll fyritøkan og øll arbeiðsplassinni í vanda. Sosialurin er eitt óheft tíðindablað, óheft av øllum politiskum, átrúnaðarligum, handilsligum ella øðrum áhugamálum.
– Lesarin/lurtarin hevur krav upp á fjølmiðlar við trúvirði. Tað er annars í fínasta lagi við fjølmiðlum, sum eru knýttir at ávísum áhugamálum t. d. politiskum ella átrúnaðarligum ella ítróttarligum. Men tá skal lesarin altíð vita tað frammanundan. Vit hava havt eina politiska pressu í Føroyum stóran part av síðstu øldini – tað var so ikki tað rætta og er uttan iva ein orsøkin til tað avskeplaða orðaskifti, vit enn hava havt í Føroyum, og sum enn tann dag í dag er so sjónskt.
– Og tá vit tosa um fjølmiðlar og tað at skyna ímillum ymsu fjølmiðlarnar, so kann eg ikki lata vera við at nevna lesarakanningar frá Gallup, har allir fjølmiðlar verða vavdir saman í eitt. T. d. verða lesaratøl fyri Vikublaðið og Kvinnu borin saman við Sosialin og Dimmalætting – og hetta verður beinleiðis brúkt í handilslýsigum!! Har haldi eg, at samanberingin fer út av proportiónum, tí tað gevur onga meining samanbera lesaratøl fyri eitt blað, sum verður borið í hvørt hús og so eitt, sum tú kanst keypa hvønn dag – ella eitt, sum tú kanst keypa annaðhvønn mánað. Tað er sum at bera saman lesaratøl fyri sálmabókina og orðabókina…
– Um fólk vórðu spurd, hvussu nógva tíð tey nýttu til ávísa blaðið ella greinina, um tey tilvitað keyptu tað, ella tilvildarliga fingu tað í hondina o. s. fr., so hevði tað givið meingin.
– Annars haldi eg, at vit síggja eina góða menning innan fjølmiðlar og tíðindafólkayrkið í Føroyum. Tað er týðuligt, at fjølmiðlarnir eru meria professiónellir, enn teir vóru fyri fáum árum síðani, og tað fer heilt vist at síggjast aftur í trúvirðinum, sum eg – hondina á hjarta – haldi liggur oman fyri tað, sum Norðlýsið hevur mált í hesi kanning.
Eirikur Lindenskov
Blaðstjóri
Sosialurin




