Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Úr býráðnum

John William Joensen

Frystihús í Ánunum, nýggj rampa til góðshavnina, maskina til kavagrevstur, útstykkingarætlan, Atlantis, Virkishúsið, fíggjarætlan o.a. var á skránni fyri býráðsfundin týskvøldi

Ár 2006, hin 21. november kl. 17.30 hevði Klaksvíkar Býráð regluliga býráðsfund , har niðanfyri standandi samtyktir vórðu gjørdar.

Erik Andreasen møtir fyri Jákup Mikkelsen.

155.

2006-03-125 Øki til vinnubygning á havnarøkinum í Árnafirði.

Søkt verður vegna Fiskurin P/f undir stovnan um øki at seta fiskavirki á í Árnafirði. Umsitingin hevur verið á staðnum, har øki sunnanfyri virki Norðurfisk varð útvalt. Bygningurin verður settur eystanfyri verandi veg á havnaøkinum. Sí tekning nr. 1. Mett verður, at hetta økið er ov lítið til bygning í hesi støddini. Um bygningurin verður gjørdur 2m og hjallurin 4m smalri, verður mett, at pláss er fyri honum. Sí tekning nr. 2. Umsøkta bygging er í øki 2 økisparti B2/1. í Árnafirði. Í samband við dagføringina av býarskipanini verður alt økið 2 lagt undir felags áseting. Henda er ikki gjørd enn, men kann lagast so hædd kann verða tikið fyri ætlaðu byggingini av virkinum. Sí skriv frá T.U., har mælt verður til, at Kl. Kommuna roynir at útvega sær økir við tí fyri eyga at lata grundlendi til ætlaðu verkætlanina.


Havnanevndin tekur undir við tilmæli frá T.U. dagf. 13.11.06.

Atli S. Justinussen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

Býráðsins samtykt:

Samtykt at beina málið aftur í HaN til viðgerðar av staðsetingini og at leggja fyri aftur komandi býráðsfund.

Atli S. Justinussen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli vegna ógegni.

156.

Umsókn um farloyvi.

Atli S. Justinussen, býráðslimur søkir um farloyvi frá býráðsarbeiðnum frá 22. november 2006 til 1. februar 2007, og at næsti maður á listanum tekur sæti í hansara stað.

Býráðsins samtykt:

Samtykt.

Atli S. Justinussen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.


157.

2001-10-006 Góðshavnin í Ánunum tillaging Norrøna.

Hetta mál skal samtykkjast 2 ferðir.

Fíggjarnevndin samtykkir aðru ferð eykajáttan á kr. 7.600.000 (íroknað áður samtyktar 2,8 mill.kr.)

Býráðsins samtykt:

Samtykt 2. ferð.

158.

2006-03-128 Frystihús í Ánunum.

Hetta mál skal samtykkjast 2 ferðir.

Fíggjarnevndin samtykkir aðru ferð eykajáttan á kr. 5.000.000.

Nevndin er samd um omanfyri nevndu fíggjarligu samtyktir. Tó tekur Kristian Eli Zachariasen ikki undir við máli nr. 2006-03-128.


Býráðsins samtykt:

Samtykt 2. ferð.

Kristian Eli Zachariassen atkvøddi ímóti


159.

Maskina til kavagrevstur.

Hetta mál skal samtykkjast 2 ferðir.

Fíggjarnevndin samtykkir aðru ferð flyting millum kontur á kr. 1.050.000.

Býráðsins samtykt:

Samtykt 2. ferð.


160.

2006-19-049 Broyting av strandferðslubygninginum.

Hetta mál skal samtykkjast 2 ferðir.

Fíggjarnevndin samtykkir aðru ferð flyting millum høvuðskontur á kr. 390.500


Býráðsins samtykt:

Samtykt 2. ferð.


161.

2006-15-012 Umsókn um sundurbýti.

Søkt verður um loyvi til sundurbýti av matr. nr. 87 í Mikladali. Mælt verður til, at umsóknin verður send matrikulstovuna við tilmæli um at játta.


Tekniska nevnd tekur undir við tilmæli frá T.U. dagf. 02.11.06.


Býráðsins samtykt:

Tilmælið samtykt.



162.

2006-03-116 Umsókn um byggiloyvi til sethús.

Søkt verður um byggiloyvi til sethús á matr. 1006ø. Søkt verður um undantaksloyvi at byggja í mark móti norði. Á takkonstruktiónini er úthang hongd yvir grannagrundina móti norði, sum Kl. Kommuna eigur, eins og kloakkin verður løgd inn á somu grannagrund, sí skj. Nr. 1 & 2.Umsøkjarin hevur vent sær til býarverkfrøðingin um møguleikan at keypa ein geira av frí-økinum norðanfyri grundøki fyri at legalisera byggingina. Mælt verður frá at játta byggiloyvi til umsøktu bygging.

Alt.1. Byggingin kann viðmælast um brandmúrður verður gjørdur móti norðurmarki og kloakkin verður løgd suðurum húsini.

Alt.2. eisini ein møguleiki fyri viðmæli av byggingini er, um umsøkjarin ognar sær 1m av fríøkinum norðanfyri so fráviki verður legalisera í mun til Byggisamtyktina. Treyt fyri hesum skal verða, at økið framvegis skal verða fríøki.


Tekniska nevnd tekur undir við tilmæli frá T.U. dagf. 03.11.06, alternativ 2.



Býráðsins samtykt:

Tilmælið samtykt.


Fíggjarnevndin tekur undir við Teknisku nevnd 07.11.06.


163.

Útstykkingarætlan – Undir Fossum/Niðan Horn.

Hetta málið verður viðgjørt á afturlatnum fundi.

Býráðsins samtykt:

Tilmælið samtykt.


164.

2001-10-006 Havnin í Ánunum – fíggjarviðurskifti og víðari.

Býráðið samtykti á fundi 31.10.06 tillagina til norrønu og at fremja fundamentini undir frystihúsinum, sum samtykt er at fara undir í næstum.Í sept. 06 samtykti Býráðið at viðgera leingjanina av góðshavnini í Ánunum á fyrstkomandi fundarumfari.

Umsitingin hevur sett upp samlaðan kostnað av góðshavnini, har tillagingin til Norrønu og fundamentini undir frystihúsinum er við.

Írestandi játtan til 1. til 5. byggistig er 4,0 mill.kr.

Afturgjald frá landinum fyri mista inntøku av Leið 50 er 4,0 mill.kr.

Sí skriv og frágreiðing frá T.U., har til seinast verður gjørt vart við, at býráðið helst av misgáum ikki tók støðu til eykakostnaðin av 1. til 5. byggistig, áljóðandi 4 mill. kr., á býráðsfundinum 31.10.06.


Býráðsins samtykt:

Tilmælið frá FíN samtykt.


Havnanevndin mælir til at kanna spurningin um privata bygging av havnini nærri skjótast tilber. Viðv. eykakostnaðinum verður mælt til, at endurgjaldið frá landinum verður brúkt. Annars er nevndin samd um, at hesir spurningar skulu svarast:

Nær verður arbeiðið liðugt?

Eru seinkingar ella óvæntaðar útreiðslur?

Fíggjarnevndin mælir býráðnum til at játta tær írestandi 4 mkr. til projektið sum eina eykajáttan av tøkum peningi. Vísandi til Havnanevndina 07.11.06 tekur nevndin undir við, at møguleikin fyri privatari bygging av havnini verður kannaður og lýstur.

Býráðsins samtykt:

Tilmælið frá FíN samtykt.

165.

2006-17-035 Atlantis – loyvi til hækkan av láni og umfígging.

Fundur var við umboðum frá Atlantis 28.09.06.

Í sambandi við umfígging er 1. ein meirnýtsla á kr. 267.000, sum tey ynskja, at kommunan hjálpir teimum við fíggingini av.

2. Afturat hesum ynska tey at gera loftið liðugt smb. tilboð uppá kr. 250.000.

3. at keyp nýggja ljóð- og ljósútgerð.

Hetta merkir eina umfígging og øking av verandi fíggingini á o.u. 1,2 mill.kr., sí skriv frá Atlantis.

Mælt verður til:

1: at Atlantis greiðir síni fíggjarviðurskifti innanfyri tann nú ásetta fíggjarkarm fyri 2007.

2: at ein lániøking ikki verður við áramáli mikið út yvir 20 ár

3: at Atlantis roynir at útvega sær stuðul aðrastaðni frá til veit-ingar, sum liggja uttanfyri nevnda karm.

4: at Atlantis, sum hevur niðurgoldið síni lán við kr. 300.000, fær loyvi til at hækka lánini við veðseting í húsinum við kr. 300.000.

Sí skriv og frágreiðing frá umsitingini 03.11.06.


Mentanarnevndin tekur undir við tilmæli 03.11.06.


Fíggjarnevndin tekur undir Mentanarnevndini 15.11.06.


Býráðsins samtykt:

Tilmælið frá MeN og FíN samtykt.

Við 10 atkvøðum fyri og 1 móti(Atli S. Justinussen)


166.

Møgulig leiga av hølum til tónleikaumhvørvi-/venjingarhøli.

Skriv er komið frá Virkishúsinum, har tey siga frá, at eigarin av fyrrv. Dávavirkinum hevur bjóðað teimum ovaru hæddina til venjingarhølir til tónleik. Vísandi til tilmæli 28.09.06, verður mælt til at fáa eina leigu í lag við eigaran – hølisleiga við ljós og hita fyri í mesta lagi tað, sum nú er avsett á fíggjarætlanini fyri 2007 kr. 300.000. Hetta er eigarin sinnaður til – ætlanin er eisini, at ein minni upphædd verður fíggjað av leigarunum o.u. kr. 2.000,- pr. mðr.


Mentanarnevndin tekur undir við tilmæli 28.09.06. Stigtakar-arnir skulu fáa at vita, at í mesta lagi er settar av kr. 300.00 – til alla verkætlanina.


Fíggjarnevndin tekur undir við Mentanarnevndini 13.11.06.


Býráðsins samtykt:

Tilmælið samtykt.


167.

Viðv. søguskriving – Klaksvík 100 ár.

Vísandi til fundarfrásøgn 24.10.06 verður mælt til:

1. at heitt verður á viðkomandi rithøvund um at burturav at seta seg við søguskrivingini og útvega sær farloyvi til endamálið.

2. at viðkomandi verður løntur smb. sáttmála við yrkis-felag sítt í í minsta lagi tvey ár.

3. at viðkomandi verður høvuðsskrivari av bókini, meðan bólkurin verður “opponentur” – lesur og ráðleggjandi fyri bókaarbeiðið.

4. miðað verður imóti, at fyrsta eintaki av trimum kemur út summarið 2008.

Neyðugur peningur verður at seta av til endamálið framhaldandi

Mentanarnevndin tekur við tilmæli 08.11.06.


Fíggjarnevndin tekur undir við Mentanarnevndini 13.11.06.


Býráðsins samtykt:

Tilmælið samtykt.


168.

2006-17-027 Fíggjarætlanin 2007.

Sosiala nevnd :

Rakstur konta broyt. Nýavseting

Serl.tiltøk 540800 -10.000 50.000

Tannlækni 580000 +10.000 2.592.000


Mentanarnevndin tekur undir við uppskoti til fíggjarætlan 2007, dagf. 31.10.06. Tó verða kr. 300.00 settar av til svimjihøllina.

Til viðgerðar á fundi í Teknisku nevnd var uppskot til tillagaða fíggjarætlan 2007 frá okt. 2006 saman við skrivi frá roknskaparleiðaranum til býráðslimirnar, dagf. 10.11.06.

Viðtikið varð, at inntøkur og rakstur av grótbrotinum hækka ávíkavist við kr. 2.000.000. Viðv. langtíðarætlanini er viðtikið at arbeiða víðari við verandi ætlan og at prioriteringar verða gjørdar fyri tey ymisku økini.

Vísandi til seinastu samtykt mælir Havnanevndin til, at íløgu-avsetingin til Ánirnar verður skerd til kr. 700.000.


Fíggjarnevndin tekur undir við fyriliggjandi uppskoti, nevnd “’nov. 2006” við fylgjandi broytingum á íløguøkinum:

(tkr.)
verandi játtan                   broyting                       nýggj játtan

Ídnaður 1.300 –                     1.000                               300

Ánir 700 –                               200                                 500

Toskaaling 1.300 –                 100                                 1.200

Ósáskúlin 11.000 –                 2.000                             9.000

Hús Weihe 500 –                   200                                  300

Býr.us/snarsk. 500 –               100                                 400

Nevndin tekur somuleiðis undir við teimum broytingum, sum nevndirnar mæla til.

Nevndin mælir Býráðnum til at samtykkja fyriliggjandi uppskot, sum javnvigar við17.897 mill.kr. við einum óbroyttum skattaprosenti upp á 20,75 og somuleiðis við óbroyttum barnafrádrátti á kr. 4.000,-.

Býráðsviðgerð

Broytingaruppskot frá Rana Nolsøe og Kristan Eli Zachariassen, um at hækka skattaprosentið við 1%, fall við 2 atkv. fyri (Rana Nolsøe og Kristan Eli Zachariassen) og 7 atkv. ímóti, meðan 2 atkv. ikki (Thorleif Sigurðsson & Krisitan Fríðrik Olsen )


Broytingaruppskot frá Rana Nolsøe & Kristian Eli Zachariassen um, at hækka skattaprosentið við ½% fall við 4 atkv. fyri (Rani Nolsøe, Kristian Eli Zachariassen, Krisitan Fríðrik Olsen og Thorleif Sigurðsson) og 7 atkv. ímóti.


Býráðssamtykt

Uppskotið til fíggjarætlanina so sum tilmælt av fíggjarnevndini, við eini eykaavseting til serligar studningar uppá 40 tkr, sum javnviga við 17.937 mkr. í halli óbroyt við 20,75% í kommunuskatti og kr. 4.000,- í barnafrádrátti varð samtykt við 11 atkv. fyri og 0 ímóti.


Fundur lokin

Harleyfacadeacryl