Tá eg í síðstu viku vísti á, at ein alternativur flogvøllur átti at verið lagdur úti í Svínoy, var hetta meint sum eitt innarligt neyðaróp á okkara politikarar um at rættað Svínoynni eina hond, soleiðis at hon fær møguleikan fyri at koma á føroyakortið aftur.
Hetta er veruliga seinasta útkall. Siga vit nei á komandi fíggjarlóg, so hava tit sløkt ljósið í Svínoy fyri seinastu ferð. So einkul kann veruleikin vera.
Eg havi fingið nógvar viðmerkingar um mítt uppskot um fløgvøll í Svínoy, bæði frá høgum og lágum, frá teimun sum einki skil hava fyri tí og frá fólki við drúgvum royndum við flúgving uppá Føroyar. Serliga frá hesum seinast nevndu hava viðmerkingarnar verið sera sera positivar. Ja so positivar, at sagt verður, at hetta er “alternativið”.
Men vakni for fanin!
Orsaka at eg bannið, men hann man fara at fyrigeva um hetta kann hjálpa. Tá Svínoyggin kann hugsast at blíva okkara framtíðar floghavn í Føroyum, hava vit so nakað at bíða við. Kann hon tá ikki brúkast til so nógv annað. Brúkið hugflogið. Fiskivinnuhavn í Klaksvík, Ferðafólka- og góðshavn í Ánunum, Oljuhavn á Norðtoftum saman við flogvølli í Svínoy, tá eru Klaksvíkin og Norðoyggjar aftur høvuðsvinnu-miðdepilin í Føroyum. So einkult er tað. Men tað krevur handling frá okkara politikarum. Tað fyrsta er so lítið sum at fáa eitt mannsømiligt ferðasamband út í oynna, hetta soleiðis at í minsta lagið kaffi kann verða heitt tá fólk kemur út.
Órættvíst
Hetta skal standa fyri mína egnu rokning. Men tað er beinleiðis órættvíst tá byrja verður at bora tunnil til Dals, áðrenn Svínoyggin hevur fingið eitt betri ferðasamband. Tað er eisini beinleiðis órættvíst um tunnil verður boraður til Tjørnuvíkar áðrenn Svínoyggin hevur fingið betri ferðasamband. Og tað er eisini beinleiðis órættvíst um tunnlar verða gjørdir norð um fjall og til Viðareiðis, áðrenn eitt betri ferðasamband er fingið til Svínoyar. Hesi støð hava fingið samband við meginøkið, 24 tímar um døgnið. Og nú eigur Svínoyggin tørn!! Jú, eg veit at tað er vandi fyri skriðulopi o.ø. á hesum støðum. Men tað er tað so sanniliga eisini á so nógvum ørðum støðum í Føroyum. Eitt nú inni í Kaldbaksbotni, har ið nógv tann stórsta ferðslan er. Men kann hetta ikki hjálpast uppá við onkrum verjum, líka sum tær ið verða brúktar í líknandi støðum í Noregi, Sveitz og aðrastaðir. Hetta í minsta lagið meðan bíða verður eftir at Svínoyggin hevur fingið eitt betri ferðasamband. Og havt við Másanum, um eitt nú springið brestur, ella hann fær motorstopp meðan hann tekur fólk inn í ivaverðrið við Eiði ella á Víkini. Tá bíður ikki bøtur, og hetta er dagligur kostur fyri fólkið í oynni.
Fólkagrundarlagið
Jú, veruleikin er tann, at í kommununi í Svínoy eru ikki meir enn 70 fólk. Og verri er, at har búgva ikki meir enn góð 20 fólk um veturin. Og tá tað heldur ikki kann sigast at nógv av hesum eru í burðardyggum aldri, og tað heldur ikki er liviligt hjá ungum fólkið, so er tað so sum so við nakari tilgongd.
Men, men, men!! Reint hagfrøðiliga eru tað meiri enn 900 svínoyingar í Føroyum, og siga vit at annarhvør flutti av oynni og annarhvør dróg ein maka við sær í oynna, ja so varð fólkatalið nakað nær hesum 900. Og hetta er eitt tal sum vit eiga at fyrihalda okkum til. Men teir eru ikki har í dag, tí at tað politiskt er skipað soleiðis fyri, at tað er fysiskt ómøguligt at búgva har úti, við tí samferðslu oynni higartil hevur verið bjóða.
Hevði oyggin havt fingið somu sømdir sum aðrar bygdir og oyggjar í Føroyum, so var hon ein meðalstór bygd í Føroyum í dag, og eitt krafsentur fyri Føroyar sum ein slík er.
Nú havi eg sagt tað, eg hevði uppá hjarta hesum viðvíkjandi.
Takk fyri.
Frímund Hansen




