Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoyingar fáa nýggjan prest fyrst í næsta árið

John William Joensen

Hans Jacob Joensen, biskupur, sigur at nýggi presturin í Klaksvík verður settur í starv annan sunnudag í januar mánaða

– Vit royndu at fáa hann settan frá 1. desember, men hetta lat seg ikki gera og tí hava vit heitt á Eslu Funding, Una Næs og Meinhard Bjartalíð um at hjálpa til í Norðoya Vestara prestagjaldi um høgtíðina. Hetta er vanligt í skiftitíðini tá nýggjur prestur skal setast.

– Nýggi presturin skal ordinerast samstundis sum hann verður settur í starv og komið eg norður til Klaksvíkar at gera hetta annan sunnudag í januar mánaða.

—-

Sostatt kunnu norðoyingar gleða seg til eitt størri hátíðarhald enn vanligt tá nýggi presturin, Magnus Jørgensen, verður ordineraður og settur í embætið.

Harleywoodpaint