Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tíðindaskriv frá Sambandsflokkinum: Olav Enomoto spyr um “free-pass”

(Norðlýsið – Tíðindi)

Olav Enomoto, løgtingsmaður hevur sett Jacob Vestergaard, landsstýrismanni, ein skrivligan fyrispurning um eina møguliga føroyska “free-pass” skipan.

Er landsstýrsimaðurin sinnaður at seta eina “free-pass” skipan í gildi fyri Føroyar, og nær kann hetta í fyrsta lagi gerast? Tað spyr Olav Enomoto, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, Jacob Vestergaard, landsstýrismann í einum skrivligum fyrispurningi. Eisini spyr Olav Enomoto, um neyðugt verður við stórum forarbeiði, áðrenn ein tílík skipan kann verða sett í verk, og hvat eitt “free-pass” má kosta, fyri at landið ikki skal missa pening av skipanini.

“Free-pass” skipanin er ein skipan, sum gevur ferðafólki møguleika at keypa ein ferðaseðil, sum er galdandi fyri allar almennar farleiðir í landinum í eitt avmarkað tíðarskeið. Endamálið við skipanini er, at ferðafólk við henni kunnu koma runt í øllum landinum, uttan at noyðast at hugsa um kostnaðin av hvørjari einstakari farleið. Sostatt vildi ein tílík skipan gjørt Føroyar til eitt meira ferðafólkavinarligt stað at ferðast í.

Serliga útjaðarin hevði fingið fyrimun
Skipanin við “free-passi” verður millum annað brúkt í Japan, har fólk kunnu velja ímillum 7, 14 ella 21 daga pass. “Um henda skipanin hevði verið sett í gildi í Føroyum, hevði hon uttan iva verið til stóran fyrimun fyri ferðavinnuna, serliga í útjaðaranum. Tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, um landsstýrismaðurin er sinnaður at seta eina slíka skipan í verk,” sigur Olav Enomoto.

Á tingfundi tann 16. november varð samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Olav Enomoto er at hitta á tlf. 72 47 45

Harleyfacadeacryl