Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fuglafjørður: Fríðka um býin við gróti

John D. Olsen

Grótlaðarin, Regin Jóanesarson úr Vestmanna, fríðkar um Fuglafjørð, og seinasta arbeiði er ein gonguteigur í svinginum í Tróndarbrekku.

Fyri teimum trimum árum síðan tók Fuglafjarðar Kommuna stig til at fáa ein grótlaðara til eitt arbeiði heimi sandinum. Men tá laðarin kom so helt kommunan, at meiri átrokandi arbeiði var at gera við Kunningarstovuna.



Borgarstjórin sigur, at kommunan hevur givið Regini nokkso fríðar teymar til at fríða um býin við grótlaðing. Hann hevur gjørt ymisk arbeiði runt um í býnum. Tá Norðlýsið var í Fuglafirði í síðstu viku, varð arbeitt við at gera ein gonguteig í sokallaða Mogensenssvinginum við Tróndarbrekku.



Borgararnir í býnum eru sera glaðir fyri arbeiðið Regin Jóanesarson hevur gjørt.

“Í roynd og veru er talan um eitt satt listaverk tá ein garður er lagaður og fríðkar tað væl um í býnum” heldur Sigurð Simonsen, borgarstjóri.