Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Rýma ábyrgdarfólkini?

John William Joensen

Okkara býráð stendur frammanfyri stórum avbjóðingum. Samfelagshjólini malað skjótt í løtuni, og hetta setir eisini sera stór kráv til Klaksvíkar Býráð.

Men eitt sum øðrkymlar okkum, sum fylgja eitt  sindur við í býráðsarbeiðinum er, at tað sær út til at meirilutin í býráðnum er við at syndrast, ella í  hvussu so er ikki so eldhugaður heldur saman
sum í byrjanini. 

Tveir býráðslimir í meirilutanum hava biðið um farloyvi, og sjálvandi kunnu aðrar enn politiskar orsøkir vera til tað. Hinvegin sýnist ein triði
býráðslimur í meirilutanum, Rani Nolsøe hava hug at fríggja til minnilutan í býráðnum við tað at hann hevur gjørt seg til talsmann fyri at hæðka
skattaprosenti, eitt átak, sum hann ikki hevur megnað at fingið meirilutan at vera við til. 

Tað er í mótgangi at breiðir heðrar skulu finnast,  og ikki er at taka seg aftur í, at tá tað samstundis frættist úr býráðnum at peningaligu avbjóðingarnar eru sera stórar, um alt tað, býráðið hevur hug at gera, skal gjøgnumførast, so kennist tað als ikki sum at meirilutin í býráðnum er sterkur í hesum lagnutíðum. 

Flestu munnu vita, at útbygging norðuri í Ánunum stendur fyri, Ósáskúlin skal útbyggjast, ein barnagarður er í gerð, ídnaðarøki við Borðoyarvík skal gerast og harumframt er langur bíðilisti eftir grundstykkjum sum skal nøktast. 

Ringvegurin er farin í gerð og ein sambinding av ringvegnum eystarumegin skal helst eisini ígongd einaferð hóast hetta kanska verður ein landsuppgáva burturav. 

Og ikki at gloyma miðbýurin, har lógvatak krevst frá kommununi, um so er at hetta stóra handilsliga tiltakið, ið má sigast at vera alneyðugt at gjøgnumføra, skal blíva til nakað. 

Væl kann vera at vit eru í og so dapurskygdir, tá vit kasta ljós á útmeldingarnar, sum býráðslimir hava gjørt. Men hinvegin má sigast, at hetta eru sera óheppin signal, ið nú vera send út úr býráðshúsinum.
Hóast nógv bleiv gjørt burturúr í valstríðnum til seinasta býráðsval, at vit ikki skuldu fara aftur til 80-ini og víst bleiv á ymiskar skeivar íløgur frá
80-unum, so eru summir av býráðslimunum, sum til nú hava sitið í meirilutanum farnir aftur at tosa um, at peningarenslið í býráðnum aftur er
farið at líkjast 80-unum. 

Tað boðar í hvussu so er ikki frá góðum, at røringur kemur í meirilutan í býráðnum nú.  

Langt er enn til býráðsval, so ein skuldi ikki trú, at tað er valstríðið, sum er farið ígongd og tí er skjótt til at ein fer at hugsa um ófrættatíðindi úr býráðnum ella í hvussu so er um maktaloysi ímillum býráðslimir.
Vónandi er støðan ikki so vánalig, sum umborð á skipinum at sagt var, “at rotturnar rýmdu”.