Harley
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

List: Grafiski Verkstaðurin í Listahøllini

(Norðlýsið – Tíðindi)

Grafisk list verður víst fram í Listahøllini, ið er nýtt framsýningarstað.

Elsta grafiska prentið, vit vita um er ein kinesiskur træskurður frá 868 e.Kr. Umleið ár 1400 kom grafikkurin til Evropa og í 1999 var Føroya Grafiski Verkstaður stovnaður. Henda seinasta hendingin í altjóða grafikksøguni hevur havt góða ávirkan á menningina av norðurlendskum grafikki og ómetaligan týdning fyri føroyska list og listaumhvørvið. Tessvegna eru vit fegin um at kunna presentera framsýningina “Grafiski Verkstaðurin í Listahøllini” við verkum, sum eru framleidd á Føroya Grafiska Verkstaði seinastu trý árini.

Ein lítil partur av loyndarmálinum aftan fyri týdningin, sum Grafiski Verkstaðurin hevur fingið, kann kanska finnast í einum serligum sansi fyri tí dupulta lyndinum, ið býr í grafikkinum. Grafikkur hevur í sær bæði listarinnar elitera, kompromileysa lyndiseyðkenni og tað meira demokratiska ella fólksliga lyndi, ið merkir grafikkin, og tað er júst javnvágin millum hesi bæði, sum er so greidlig í øllum, sum verður skapað í Grafiska Verkstaðnum. Kompromiloysið sæst aftur í uppáhaldinum hjá Verkstaðnum altíð at arbeiða fyri listarligari góðsku og altíð at arbeiða við teimum bestu listafólkunum. Tað sæst eisini aftur í viljanum og huganum at geva rúm fyri eksperimentum og fyri menning og í ábyrgdarfulla og professionella hugburðinum mótvegis etisku spurningunum, sum grafisk framleiðsla inniber. Ikki minst sæst kompromiloysið í dyrkanini av dýrabæra hondverkinum. Fólksliga lyndið sæst aftur í, at hurðin altíð er opin í Verkstaðnum og at blíðskapur og beinasemi altíð ræður, eisini tá tað snýr seg um at greiða frá teimum grafisku loynidómunum. Men fyrst og fremst sæst fólksliga lyndið í dygga kunnleikanum og i inniligu virðingini fyri grafikksins grundleggjandi demokratiska eyðkenni, sum m.a. kemst av møguleikanum fyri margfaldan. Mong listafólk hava sæð grafikkin sum ein møguleika fyri at niðurbróta markið millum ta eliteru og ta fólksligu listina. Møguleikin fyri margfaldan hevur millum annað ført við sær eina demokratisering av listaogn. Hetta hevur merkt, at tað ikki bert eru tey múgvandi, ið unnast at eiga list, og at tann sanna listin kann koma út til fólkið.

Møguliga kann ein partur av loynidóminum aftan fyri týdninginum, sum Føroya Grafiski Verkstaður hevur fingið, eisini finnast í einum serligum innliti í stóru spennivíddina, sum grafikkurin hevur og í nýtsluni av ómetaligu stóru listarligu møguleikunum, sum eru í grafiska úttrykkinum. Henda spennivídd finst í teimum mongu ymsu tøknunum sum t.d. træskurði, linoleumsskurði, etjing, umframt steinprenti, ið verða útint í Verkstaðnum. Hon finst eisini í mongdini av tólum, tøkni, litum, evnum og løgnum veskum og pulvurum, sum Verkstaðið hevur. Mongdin av tøkni og útgerð er við til at lata upp møguleikar fyri listini og kanska er mongdin eisini við til at bjóða listini av. Men spennivíddin hjá grafikkinum sum listarligur miðil verður fyrst og fremst gagnnýtt umvegis tann opinleikan, sum Føroya Grafiski Verkstaður hevur mótvegis hesum miðlinum. Útleggingin av grafikki røkkur langt út yvir tað linjurætta, stramma myndamálið, sum miðilin ofta verður samanknýttur við og rúmar eini ørgrynnu av øðrum møguleikum, eisini teirri sera málandi, føroysku myndahevdini.

Um loynidómurin aftan fyri týdningin, sum Føroya Grafiski Verkstaður hevur fingið, skal finnast í einum serligum ansi fyri tí dupulta lyndinum í grafikki ella í innlitinum í grafikksins serligu spennivídd, so hevur Verkstaðurin síðani 1999, saman við einum stórum úrvali av teimum bestu listafólkunum í norðurlondum, fingið frá hondini eina heilt einastandandi framleiðslu. Seinastu trý árini hava 55 listafólk arbeitt á Verkstaðnum, og á framsýningin “Grafiski Verkstaðurin í Listahøllini” verða sýnd fram verk hjá 28 av hesum listafólkunum.

Framsýningin letur upp fríggjadagin 1.desember klokkan 17.00. Opið er frá leygardegnum 2. desember til sunnudagin 17.desember dagliga frá klokkan 15.00 til klokkan 18.00.

Listahøllin er eitt nýtt óheft framsýningarstað fyri samtíðarlist, sum í løtuni heldur til í tí stóra, grøna smiðjubygninginum á Tórshavnar Skipasmiðju – inngongd í syðra enda. Samskipari: Inger Smærup Sørensen – tel.: +298 583232. Teldupostur: inger@myndlist.net