Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Leirvíkar kirkja 100 ár

(Norðlýsið – Tíðindi)

Nú Leirvíkar kirkja verður 100 ár, hevur kirkjuráðið lagt eina skrá við ymiskum tiltøkum í samband við hátíðarhaldið.

Skráin er løgd í samstarvi við skúlan, missiónshúsið, skótarnar og musikkskúlan.

Gudstænastur
Vígsludagin, fríggjadagin 1. desember, verður gudstænasta kl.19.00. Byrjað verður við fornminnunum á Toftanesi, og eftir gudstænastuna verður okkurt til matna í skótahúsinum.

Hátíðargudstænasta verður 1.s.í.advent 3. desember kl.11.00 við Hans J. Joensen, biskupi og Una Næs, sóknarpresti. Felagskórið Gøta-Leirvík syngur. Høvi verður at geva eina peningagávu til kirkjuna.

Um kvøldið kl. 19.00 verður ungdómsgudstænasta við altargongd. Kór syngur. Eftir gudstænastuna verður hugnaløta og kaffi í missiónshúsinum.

Døgurði hátíðardagin
Eftir hátíðargudstænastuna 3. desember kl. 13.00 verður borðhald við døgurða fyri kirkjufólkinum í Leirvík.

Seinnapartin sunnudagin kl.16.00 eru øll – burturi og heima – boðin til hugnaløta og kaffiborð í Bygdahúsinum. Á skránni er eisini framførslur og sangur.

Fyrilestur
Mánadagin 04. desember kl.19.30 heldur Steffen S. Hansen, fornfrøðingur, fyrilestur í skúlanum um ”Írskt og skandinaviskt – nakrir tankar um søguna hjá kristindóminum í Leirvík og í Føroyum sum heild.” Eisini verður sangur, tónleikur og kaffi.

Umframt øll hesi tiltøkini, fara fólk frá Musikkskúlanum at seta dám á gudstænasturnar í adventini við tónleiki og sangi.