sigur Dávur Winther, mentanarstjóri hjá Klaksvíkar Kommunu í viðmerking
Stóra konsertin við Føroya Symfoniorkestri, sum skuldi vera í KÍ høllini 2. desember er avlýst og tað kom dátt við.
– Vit hava glett okkum nógv til hetta tiltakið sum skuldi vera í KÍ høllini og mentanardeildin hjá Klaksvíkar Kommunu var tíðliga úti og setti pening av.
– Vit hava eisini lýst við tiltakinum men tá vit fóru undir samráðingar um kostnaðin fyri tiltakið vísti tað seg at Føroya Symfoniorkestur ikki vildi spæla við.
– Tað eydnaðist ikki at semjast um kostnaðin, ið var alt ov høgur – eisini í mun til hvat sama tiltak kostar aðrastaðni – og vit skiltu ongantíð hví kostanðurin fyri tiltakið í Klaksvík skuldi næstan 50% dýrari enn at hava sama tiltak aðrastaðni.
– Eg trúgvi at klaksvíkingar eru sera skuffaðir tí hetta skuldi vera fyrsta royndin at skipa fyri nøkrum heilt serligum, sum vegna tunnilin ikki skuldi verið nakar trupulleiki.




