Klaksvíkar Ítróttarfelag skipar fyri áhugaverdari uppboðsølu sunnukvøldið kl. 20:30
Framsýning av málningum og antik møblum letur upp í Cafe KÍ í kvøld kl. 19. Leygardagin er framsyningin at siggja frá kl. 12 til kl. 22.
Stór uppboðsøla
Jólamarknaðurin i KÍ høllini letur upp kl. 14. sunnudagin og umframt sølutorg verður eisini framsýning av bilum.
Kl. 20:30 sunnukvøldið byrjar stór uppboðsøla við Føroyskum røstum kjøti, málningum, antikmøblum og bilum.
Bilarnir, sum verða seldir á uppboðsølu eru at síggja sum slideshow her á síðuni.




