Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Finnlandstúrur

Norðlýsið

Í septembur var 8.a í Skúlanum við Ósánna á seturskúla í Tampere í Finnlandi.

Vit høvdu glett okkum til henda túrin leingi. Longu tá vit gingu í triðja flokki, byrjaðu vit at samla pening til túrin.

Endiliga upprann 16. septembur dagurin, tá vit skuldu avstað. Vit fóru við bussi til Vágarnar, og síðani flugu vit til Danmarkar og steðgaðu í Keypmannahavn til kvøldið eftir, tá vit flugu víðari til Tampere.

Vit komu til Keypmannhavn um kvøldið, so tá hendi ikki so nógv, uttan at vit fóru á Strøget at keypa okkum okkurt at eta.

Dagin eftir fóru vit í Tivoli, og vit prøvaðu alt, sum var at prøva: Gyldne Torn, Flyvende tæppe o.s.v. Um kvøldið flugu vit so til Tampere og vóru upp á pláss eftir midnátt.

Í Tampere skuldu vit á seturskúla saman við næmingum úr vinarbýunum hjá Klaksvíkar Kommunu. Vinarbýirnir skiftast um at skipa fyri seturskúla eina ferð um árið, og í Tampere vóru næmingar úr Tróndheimi, Odense, Norrkøbing og Tampere. Vit búðu á hotelli mitt í býnum, har ótu vit morgunmat, meðan hinar máltíðirnar ótu vit í skúlunum. Á øllum skúlum í Finnlandi er kantina, og næmingarnir fáa heitt at eta hvønn dag.

Vit hittu hinar luttakararnar morgunin eftir, tá øll vóru samlað í einum gomlum bókasavni. Har vóru vit býtt í 3 bólkar, sum skuldu út at vitja skúlar í Tampere. Á skúlunum hoyrdu vit eitt sindur frá teimum ymsu luttakarunum og lærdu nøkur orð á hinum norðurlendsku málunum. Fyrireikararnir vistu ikki, at vit høvdu okkara egna mál og okkara egna flagg, so vit máttu siga til. Seinnapartin fóru vit postarenning í bólkum í býnum. Finskir næmingar vóru ferðaleiðara.

Um kvøldið var kvøldseta, har næmingar úr øllum býunum greiddu eitt sindur frá teirra landi og býi. Vit greiddi frá um Klaksvík og Føroyar, vit vístu eina myndarøð við føroyskum tónleiki til. Myndirnar vóru sjálvandi úr Føroyum, og til seinast dansaðu vit føroyskan dans fyri hinum.

Næsta dagin fóru vit aftur út á somu skúlar, sum vit vitjaðu dagin fyri. Henda dagin skuldu vit gera fløgg og plakatir til dagin eftir. Seinnapartin fóru vit ein spákingartúr til eitt útsýnistorn. Í hesum torninum sóu vit yvir allan býin. Um kvøldið fóru vit í biograf at síggja ein nýggjan finskan ungdómsfilm. Filmurin var tekstaður til svenskt. Um tað ikki var, so høvdu vit ikki skilt eitt orð.

Dagin eftir fóru vit við bussi til eina stóra ítróttarhøll, tí vit skuldu spæla innandurahockey. Fyrst vóru vit býtt upp í blandaðar partar og spældu hockey, men seinni spældu vit landsdyst. Tá brúktu vit fløggini og plakatirnar, sum vit høvdu gjørt dagin fyri. Sviar og finnar spæla nógv innandurahockey, men Danmark vann landsdystin. Seinnapartin fóru vit til eitt akvarium og planetarium. Vit sóu nógvar ymiskar fiskar, og síðani sóu vit ein 3D film. Um kvøldið var skipað fyri diskoteki.

Hósmorgunin var einki á skránni, so vit kundu antin slappa av ella fara í býin at hyggja okkum um og kanska keypa okkum okkurt heim við. Tað lá væl fyri, tí vit búðu á hotelli á høvuðsgøtuni, og har var nógv vakurt at fáa. Seinnapartin fóru vit ein spákingartúr fram við einum vatni og gjøgnum ein skóg. Um kvøldið fóru vit við báti út á eina oyggj. Har var landskapping í fótbólti. Danmark vann eisini hesa kappingina, men vit vóru beint í hølunum á teimum. Síðani fingu vit ein góðan døgurða, áðrenn vit sigldu heimaftur. Tá vit komu heimaftur var tíð at siga farvæl við tey, vit vóru komin at kenna, tí hóast vit ikki skuldu heimaftur fyrr enn seinnapaartin dagin eftir, so skuldu hini avstað um náttina.

Morgunin eftir pakkaðu vit viðførið og fóru út av hotellinum. Viðførið settu vit í býráðsalin, meðan vit fóru ein túr í býin afturat. Seinnapartin kom bussur eftir okkum og koyrdi okkum til flogvøllin. Har var serliga strangt eftirlit tann dagin, nógvir politistar alvápnaðir, tí at ES fundur var í Tampere, meðan vit vóru har, og tey, sum høvdu verið til henda fundin fóru avstað, tá vit fóru.

Vit komu til Klaksvíkar um 10 tíðina um kvøldið. Bussurin setti okkum av í skúlanum, og har var fult av fólki og tók ímóti okkum. Stuttligt. Ein fínur túrur var komin at enda.

Tað er kostnaðarmikið at fara ein so langan túr við so nógvum fólki, vit vóru 25 fólk, so vit vilja fegin takka øllum, sum hava stuðlað okkum. Fyrst og fremst foreldrunum, sum so trúliga hava goldið inn á okkara ferðakonto, og síðani vilja vit eisini takka Klaksvíkar Kommunu, Viðareiðis Kommunu, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa, Kjølbro heilsølu og Spf. Klakkur.

Við á ferðini vóru: Laura Bertholdsen, Elsbet Ellingsgaard, Svanna Eliasen, Ella Petersen, Judit Eliasen, Jóna Eliasen, Sofía A. Poulsen, Maud Drayton, Erla Vang, Vilbjørg Johannesen, Eivindur Eyðunsson, Agnar Frederiksen, Bjarni M. Petersen, Leivur Olsen, Vilhelm Vilhelmsen, Emil Simonsen, John Vernar Poulsen, Ólavur Olsen, Heri K. Olsen, Mathias Petersen, Jóhann í Geil, Andrias Gunnarstein, Maria Isaksen, Hanna Magnusson og Stig Elttør.

Harleywoodpaint