Sambart veðurmátingum hjá landsverk var vindferðin í meðal 15 m.sek. og í hvirlunum upp til 30 m.sek. tá Norrøna legði at bryggju í Ánunum
Landsverk hevur ein vindmálara í Klaksvík og hóast vindur háttar sær ymiskt í Klaksvík og í Ánunum so vísti hesin vindmálarin í meðal 15 m.sek. og í hvirlunum upp til 30 m.sek. tá Norrøna kom at bryggju í Ánunum.
Vit sum vóru á staðnum upplivdu øðisligar glaður, man hóast Haraldssund stóð í einari glaðu allan dagin so var munandi kyrrari í Ánunu.
So ikki kann annað sigast enn at góðshavnin stóð royndina hóast tað uttan iva hevur sæð øðisligt út hjá teimum á brúnni á Norrønu.




